Spanskt álit

Spanski landsliðsvenjarin, Luis Aragones hevur fult álit á, at álopsspælarnir hjá honum hava nóg mikið av krúti í fótbóltsstyvlunum til at søkka Russlandi í dystinum, sum byrjar í Innsbruck klokkan 17. Hóast Spania hevur so góðar álopsspælarar sum Fernando Torres og David Villa, so hevur Spania bara einaferð í teimum síðstu fimm dystunum skorað meir enn eitt mál. - Um vit allir arbeiða hart, so er tað eingin orsøk at halda, at vit fara tapa dystin. Villa og Torres eru ógvuliga skjótir, og teir duga at skjóta mál. Tað kemur neyvan fyri, at Spania spælir ein dyst uttan at skora mál. sigur Luis Aragones. Spania hevur einki vunnið, síðani teir vunnu EM í 1964, og tí er rættiliga stórt trýst á Aragones at koma heim aftur við einum góðum úrsliti.