Spara nógva tíð at sleppa til Havnar

Klaksvíkingar spara 50 prosent, runavíkingar spara eini 75 prosent og Sandoyingar spara minst tað sama


Tað er stórur samfelagsligur vinningur í at binda Streymoy, Sandoy og Eysturoy saman við undirsjóvartunlum.

 

Tað staðfestir Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk.

 

Hann var í Miðlahúsinum í kvøld, har hann greiddi frá tekniska partinum av politisku tunlasemjuni um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Hann sigur, at ein stórur partur av vinninginum liggur í, at nógv av teimum, sum ferðast, at spara rættiliga nógva tíð.

 

Sum støðan er nú, tekur tað einar 68 minuttir at koyra úr Klaksvík til Havnar. Tá ið undirsjóvartunnilin er komin, fer tað at taka 36 minuttir.

 

Men serliga er vinningurin hjá runavíkingum stórur. Sum nú er, tekur tað ein góðan tíma at koyra úr Runavík til Havnar, men tá ið tunnilin er komin, fer tað einans at taka einar 16 minuttir.

 

Sandoyingar fara eisini at hava 20 minuttir til Havnar, har tað nú tekur ein hálvan tíma at sigla, umframt ein løta at koyra.

 

Men tá er ikki talt við, at Teistin avlýsir ofta og at tað somuleiðis ofta er neyðugt at bíða leingi eftir farti.

 

Men tá ið tunlarnir eru gjørdir, hava 89 prosent av føroyingum fast samband.

Ewald Kjølbro sigur, at Eysturoyartunnilin verður trýsporaður. Har tað er undanbrekka er eitt spor og har tað er mótbrekka eru tvey spor.

 

Sandoyartunnilin verður tveysporaður.

 

Landsverk mælir til, at hesi bæði næstu árini verða brúkt til kanningar og projekteringar og farið verður at bora Eysturoyartunnilin í 2016.

 

Les eisini: Undirsjóvartunlar fyri Løgtingið í næstu viku

 

Tá verður sett á øll trý holini ísenn, bæði á Sundi og á eystara armi og á vestara armi á Skálafirði.

 

Eitt borilið borar tveir kilometrar um árið og við trimum boriliðum fer tað at taka tvey ár at bora Eysturoyartunnilin lidnan

 

Stjórin fyri Landsverki sigur, at eftir ætlan verður koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin í 2019 og ígjøgnum Sandoyartunnilin í 2021.

 

Sandoyartunnilin verður av Gomlu Rætt í Traðardal og fer at líkjast Vágatunlinum og Norðoyatunlinum í hædd og breidd.

 

Tað krevur ikki so nógv fólk at gera tunlar, men tað krevur rættiliga nógva útgerð.

 

Í sambandi við Eysturoyartunnilin fara einir 50 lastbilar at koyra alt samdøgurið í tvey ár, við at koyra tilfar til og frá tunlinum, sigur Ewald Kjølbro.

 

So hóast tað ikki endiliga krevur so nógv fólk, er tað skillift, at slík arbeiði krevja rættiliga nógv av byggivinnuni, legði stjórin á Landsverki afturat.

 

Sí fleiri myndir frá tiltakinum í Miðlahúsinum í kvøld, tá ið tunlasemjan varð løgd fram fyri almenningin, vit at trýsta HER