Spara tíð og pengar

Skálafjarðatunnilin verður mett sum ein hin besta íløgan samfelagsliga, og hann fer at merkja sparing, bæði í tíð og pengum fyri fólk, ið ferðast millum Skálafjørð og Havnina - At Skálafjarðatunnilin er ein góð samfelagsíløga tykist breið semja um. Men tað hevur samstundis stóran fíggjarligan týdning, at tunnilin kemur sum skjótast.

Tað sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í Pf. Skálafjarðartunnilin.

Hann vísir á, at tann, sum koyrir av Skálafjørðinum ella norðara og eystara partinum av Føroyum til Havnar, vil við Skálafjarðatunlinum spara 80 kilometrar í koyring og ein tíma í tíð hvønn túrin aftur og fram. Tey, ið koyra millum báðar armarnar av Skálafjørðinum spara eisini kilometrar og tíð.

Talan er um eina sparing, sum hevur stóran týdning fyri dagligu viðurskiftini hjá teimum, i ferðast hendan teinin.

- Hetta merkir eina veruliga sparing í krónum og oyrum, eins og hetta gevur meira tíð til familjuna, starvið og virksemi annars, sigur Dávur Reinert Hansen.

At hetta er ein effektivisering av samfelagnum og hevur týdning fyri kappingarførið hjá landinum í síni heild, tykjast politikarar og serfrøðingar samdir um.

Samlaða sparingin við Skálafjarðartunlinum vil, fyri tey sum koyra í dag, vera 130 milliónir krónur um árið, roknað út frá km-kostnaði og tímakostnaði.

Tí hevur tað stóran týdning fyri privatfólk, virkir og landið sum heild, at Skálafjarðartunnilin kemur skjótast til ber.