Turkur hevur verið seinastu tíðina, og nú heitir Sunda kommua á borgararnar á Langasandi um at spara vatn, tí har er ikki nógv vatn eftir í brunninum
Frants Jensen
Trupulleikar hava eisini verið aðrastaðni kring landið. Bæði í Leynum og í Sandavági heittu ávíkavist Kvívíkar og Vaga kommunur á sínar borgarar um at spara upp á vatnið.
Í Sandavági varð eisini stongt fyri vatninum eystanfyri Stórá um næturnar.