“Sparfrúgv” er nýggi íløguklubbin fyri kvinnur

Bjørgfinnur Nielsen er maðurin aftan fyri navnið til íløguklubban fyri kvinnur, sum Sparikassin hevur tikið stig til


"Hvat sigur tú? Havi eg vunnið kappingina?” Soleiðis segði ein bilsin Bjørgfinnur Nielsen, tá Føroya Sparikassi bar honum boðini um, at hann hevur vunnið kappingina um at geva nýggja íløguklubbanum fyri kvinnur eitt navn.
 
“Sparfrúgv” er navnið, sum Bjørgfinnur Nielsen kom við í kapping við meira enn 100 onnur uppskot.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Høgur trumfur<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
“Fyrri partur av navninum sipar til, at tað er helst neyðugt at spara saman til íløgurnar, og seinni parturin hevur sjálvandi samband við, at hetta er ein íløguklubbi fyri kvinnur”, sigur Bjørgfinnur Nielsen.
 
Eisini vísir hann á, at Sparfrúgv er høgur trumfur í sjavs-kortspæli, og tað gevur navninum eina ávísa styrki.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Áhuga fyri íløgum<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Sjálvur hevur Bjørgfinnur Nielsen áhuga fyri íløgum.
 
“Eg haldi, at rentan á innistandandi er ov lág, og tí var eg við beinanvegin í 2002, tá Sparikassin legði um til partafelag og bjóðaði fólki at gerast partaeigarar. Eg fylgi væl við í kursgongdini, sum er at síggja á heimasíðu Sparikassans, og eg eri eisini rættiliga spentur til børsnoteringina næsta ár. Kanska hon kastar okkurt av sær til okkum partaeigarar”, sigur Bjørgfinnur.
 
Hann mælir øllum til at royna at gera íløgur.
 
“Tað er spennandi, og í longdini ger tað mun. Drúgt er tað, ið drýpur”, sigur Bjørgfinnur Nielsen.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sparfrúgv til verka<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Nú íløguklubbin hevur fingið navn, er klárt at fara undir virksemið í “Sparfrúgv”.
 
Í fyrsta umfari fáa limirnir regluliga kunning um íløgur og góð íløguráð. Seinni verður eisini skipað fyri tiltøkum, ið hava samband við íløgur.
 
Les meira á www.sparikassin.fo