Annita á Fríðriksmørk
--------
Í 2004 valdi ABC samgongan av politiskum orsøkum at siga fleiri av starvsfólkum og serfrøðingunum í miðfyrisitingini úr starvi. Og nú sigur ein av somu samgonguflokkunum at skulu aðalráð leggjast saman seta tey sum treyt, at hetta skal í minsta lagi hava sparingar við sær, um tey kunnu taka undir við tí. Um Fólkaflokkurin her definerar sparingar sum at siga fólkið úr starvið, so er vandi fyri, at tann sparing tú fært burturúr tí, verður send tí almenna aftur sum rokning, tá tað almenna skal rinda eksternum løg- og búskaparfrøðingum fyri at gera tað arbeiðið, sum miðfyrisitingin ikki hevur orku til, ella til sakføraraútreiðslur, sum lætt kunnu uppstanda orsakað av, at ein ov veik miðfyrisiting kann koma til at gera óneyðugar feilir. Hetta kann blíva dýrt, tí eksternar uppgávur eru vanliga nógv dýrari, enn um uppgávurnar verðu loystar í miðfyrisitingini, av serkunnleikanum har.
Men um Fólkaflokkurin meinar at færri aðalráð eisini skulu hava færri landsstýrisfólk við sær, so gevi eg teimum rætt. Tað er ongin meining í at hava fleiri landsstýrisfólk enn vit hava aðalráð. Tá noyðist miðfyrisitingin at tæna fleiri harrum, sum neyvan kann verða ein løtt uppgáva:
Í sambandi við kjakið, sum nú hevur tikið seg upp um talið av aðalráðum, havi eg sett løgmanni nakrar spurningar, sum hava til endamáls at fáa greiðu á, hvørt lækking av starvsfólkum í miðfyrisitingini samstundis hevur lækkað samlaðu lønarútreiðslurnar, -inklusiv útreiðslur til eksternar ráðgevarar og sakføraraútreiðslur. Tá tú lækkar talið av frøðingum í miðfyrisitingini, so kann vandi verða fyri at tú eisini lækkar førleikan til at gera haldgott lógararbeiði, og til at geva ta røttu vegleiðingina og ráðgevingina. Er arbeiðið ikki haldgott er vandi fyri klagum og harvið eksternum ráðgevara- og sakføraraútreiðslum stórur.
Undirritaða heldur hinvegin at í kjakinum um at lækka talið av aðalráðum, eigur endamálið verða at styrkja serfrøðina í teimum økjum, sum miðfyrisitingin hevur tørv á. Og ikki sparingar í sær sjálvum. Men sparing kann verða ein jalig avleiðing, tí styrkt miðfyrisiting, eigur at kunna lækka talið av klagum, og hækka fakliga førleikan til tær uppgávur, hon er sett til at gera. Og tað eigur at kunna viðføra eina sparing í síðsta enda!
Mongdin av uppgávum vaksur alsamt, og ynskja vit eitt rættarsamfelag, mugu vit eisini tryggja okkum, at tað almenna kann bjóða eina so rættvísa tænastu sum tilber. Og tað gera vit ikki við at lækka talið av útbúnum fólki í miðfyrisitingini. Við færri útbúnum fólkið í miðfyrisitingini, lækka vit eisini førleikan og møguleika hjá hesum stovnum at gera tað, sum vit við lóg áleggja teimum at gera.
At lækka talið av aðalráðum eigur m.a. at hava til endamáls at geva møguleika fyri at savna fleiri serfrøðingar at verða saman á einum stað. Soleiðis kunnu vit hava nøkur faklig umhvørvi, har serfrøðingar arbeiða við og samskipa tann fakliga og tekniska partin av uppgávunum.
Gera vit hetta kunnu vit samstundis liva upp til ta landsstýrismannaábyrgd, sum er ásett í stýrisskipanarlógini, og sum m.a. inniber at landsstýrisfólkini hvør í sínum lagi fáa góða ráðgeving og tænastu í egnari fyrisiting. Hetta var eisini tað sum lá aftanfyri uppskotið hjá Tjóðveldi til seinatu og næstseinastu fíggjarlóg um at lækka talið av aðalráðum niður í 6, eitt uppskot sum fleiri úr samgonguni nú eisini taka undir við!
Við hesum viðmerkingum, seti eg fram soljóðandi fyrispurningar:
1. Hvussu nógvar pengar hevur tað almenna goldið fyri eksternar løgfrøðingar frá 1998 til 2010 hvørt árið sær?
i. Hvussu eru hesi tøl býtt millum miðfyrisitingina og tað almenna annars?
2. Hvussu nógvar pengar hevur tað almenna goldið fyri eksternar búskaparfrøðingar frá 1998 til 2010 hvørt árið sær?
i. Hvussu eru hesi tøl býtt millum miðfyrisitingina og tað almenna annars?
3. Hvussu nógvar pengar hevur tað almenna goldið í advokat- og sakføraraútreiðslum frá 1998 til 2010 hvørt árið sær?
a. Hvussu eru hesi tøl býtt millum miðfyrisitingina og tað almenna annars?
4. Hvussu nógvir løgfrøðingar, búskaparfrøðingar og stjórnmála- og samfelagsfrøðíngar starvast í teimum ymsu aðalraðunum? Her ynskist yvirlit yvir hvørt árið sær frá 1998 til 2010?
5. Hvørjar viðmerkingar hevur løgmaður til, og hvat heldur hann er orsøkinn til gongdina í teimum starvsfólkatølum og almennu útreiðslum, sum hann í hesum fyrispurningi hevur upplýst fyri undirritaða og løgtinginum annars.