Bæði Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi broyta rentuna hjá sær. Sparikassin í Norðoyggjum hevur sett broytingina í gildi frá 21. juli at rokna, meðan Føroya Sparikassi hevur brúkt 1. august.
Øll bústaðarfígging í Føroya Sparikassanum fær ágóða av rentulækkingini.
Rentan á 1. og 2. veðrætti lækkar við einum fjórðings prosentstigi. Tó lækkar rentan á 1. veðrætti, har trygdin er serliga góð og seriulán eru partur av fíggingini, við hálvum prosentstigi p.a. Í hesum førum verður rentan á ytru veðrættunum óbroytt.
Rentubroytingin er eitt úrslit av, at danska rentustøðið er lækkað seinasta hálva árið, sigur Føroya Sparikassi í tíðindaskrivi.
Eftir rentulækkingina er rentan á bústaðarlánum hereftir henda: 1. veðrættur 6,00% - 6,25% p.a. og 2. veðrættur 8,75% - 9,50% p.a.
Stór kapping hevur tikið seg upp um bilfígging. Rentan á billánum í Føroya Sparikassa lækkar við 1,5 ? 2,25%, soleiðis at rentan á billánum hereftir verður 6,5% - 8,5% p.a. alt eftir útgjaldi og møguligum eyka trygdum.
Útlán
Norðoya Sparikassi hevur broytt renstuna soleiðis, at rentan á bústaðarlánum, 1. veðrættur, er nú 6 % fyri seriulán og 6,25 % fyri annuitetslán.
Er talan um 2. veðrætt er rentan 8,25 % fyri seriulán og 8,50 % fyri annuitetslán. Rentan á 3. veðrætti verður framyvir 9,25 %.
Norðoya Sparikassi hevur valt at halda fast við at øll, ið læna frá sparikassanum, fáa síni bústaðarlán til somu rentu. Sparikassin heldur at besta skipanin er at hava føst rentustig á bústaðarlánum, heldur enn at hava ymisk rentustig á eitt nú 1. veðrættarlánum.
Rentan á billánum er nú 6,75 % um nýggjur bilur verður keyptur, og útgjaldið er 50 %. Er útgjaldið 25 % er rentan 8,25 %. Er útgjaldið minni, ella talan er um eldri bilar, liggur rentan millum 8,75 % og 9,75 %, valdandi støddina av útgjaldi ella hvussu gamal bilurin er.
Innlán
Fyri innlán á 12. mánaðar sparikassabók er rentan 4 %, men um ein er ábyrgdari í Norðoya Sparikassa er rentan hálvt % hægri ella 4,5 %.
Norðoya Sparikassi hevur ongar ætlanir um at fara undir at rokna støkkrentu, tað vil siga hægri rentu um saldo á konto er størri enn kr. 100.000,-. Í staðin fyri hevur sparikassin valt at geva øllum ábyrgdarum henda fyrimun, uttan mun til støddina av innláninum.
Barnakonto og ungdómskonto fáa eina rentu, sum er 5 %, meðan kapitalpensjónskonti fáa 5,5 %.
Hægstu innlánsrentu fáa tey sum spara upp á bústaðarkonto, her er rentan nú heili 7,5%. Hetta er tí ein sera góð uppsparing hjá teimum, ið ætla at byggja ella keypa hús komandi árini.