Jóannes Poulsen hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri í Norðoya Sparikassa.
Fyrrverandi stjórin í Føroya Banka í Klaksvík, hevur verið stjóri í sparikassanum síðani 1995, tá hann avloysti Brynjolf Jacobsen.
Jóannes Poulsen sigur, at hann er farin um tey seksti árini, og at krøvini til peningastovnin gerast alsamt størri. Tí heldur hann, at tíðin er búgvin til, at yngri kreftir taka yvir.
Enn er eingin støða tikin til, hvør skal avloysa Jóannes í sessinum sum sparikassastjóri.