Sparikassin hækkar rentuna

Við gildi frá hósdegnum 18. november 1999, hækkar Føroya Sparikassi rentuna á innlánum við uppsøgn og á útlánum við 1/2 prosentstigi. p. a.

Sparikassin sigur orsøkina til hækkingina vera, at Tjóðbankin hækkaði rentuna pr. 5. november 1999, aftan á at rentan í EURO-londunum og í USA varð hækkað.

Rentuhækkingin merkir, at eitt nú rentan á 12 mánaðar uppsøkn hækkar í mun til innistandandi, til millum 2,5% og 3,5% p. a. og at rentan á 1. veðrættarannuitetslánum í sethúsum hækkar til 5,75% p. a.