Sparingar í hesum døgum

Eg kundi skrivað eitt langt lesarabræv, sum innihelt kenslur, ákærur og peikandi fingrar. Men velji heldur at seta nøkur fakta upp í punktform

Tey gomlu missa sítt stað at vera um dagarnar. Og stuðulin til heilivág verður minkaður.

Almenn starvsfólk skulu kannast t.d. uppmøtingin o.a.

Fólk skulu fáa sær frí í eina viku uttan løn.

Útbúgvingar skulu avlýsast á Setrinum.

Børn við serligum tørvi skulu straffast fíggjarliga.

Børn, sum hava havt keðiligar lagnur, skulu rakast av sparingum.

Fólkaskúlin skal spara allastaðni

1. floks børn skulu børn tvingast í skúlar, sum hava pláss

 

Hetta eru bara nøkur dømi á sparingar, sum okkara FÓLKAvaldu vilja hava framdar. Tað eru uttan iva okkurt, sum eg ikki havi nevnt, men tað er tí at eg ikki kom í tankar um tað, og ikki tí at eg helt tað ikki vera týdningarmikið.

 

Nú vil eg gjarna enda hettar lesarabræv við persónligum meiningum

 

Til nr. 1: Ja sjálvandi skulu pensionistarnir spara. Teir hava jú heldur ikki goldið og givið okkara samfelagið nakað (les: IRONI, undirritaði.)

 

Til nr. 2: Hvussu er við uppmøtingini í Løgtinginum? Vit síggja tað í Tingvarpinum!!! Sjálvmál frá Kára P. Højgaard. Og eitt gott trekk frá Gerhard Lognberg, nú hann ikki fær Sandoyartunnilin, og tí flytur hann fokus yvir á almenn starvsfólk. Vónandi síggja sandoyingar eisini tað.

 

Til nr. 3: Løgtingslimir kunnu ganga á odda og fáa sær frí uttan løn. T.d. 2 tær fyrstu vikurnar í januar, tá tit ENN vóru í jólaferiu, og t.d. almenn starvsfólk høvdu svarað telefonunum í 2 vikur.

 

Til nr. 5 og 6: Eru tað veruligani TEY, sum hava brúk fyri sparingum? Hava tit ongan ”veikari” samfelagsbólk at fara eftir?

 

Til nr. 7: Jú sjálvandi skulu vit spara í fólkaskúlanum, tí hann er so væl fyri, tá tað kemur til undirvísingartilfar, hølisviðurskiftir, KT, endurútbúgving, nokk av útbúnum starvsfólkið.

Lærarar hava eisini sera góðar umstøður at gera sítt arbeiði í. Vit hava IKKI egna fartelefon, egna teldu og gjalda sjálvi fyri internet, sjálvt um vit SKULU brúka KT í undirvísingini. Vit hava ikki eingongd egið arbeiðsborð. Á jú, tað hava vit. Men tað er entin stovuborðið heima við hús ella eitt kontór, sum man sjálvur hevur goldið fullan prís fyri. Vit fingu ikki okkara kontórborð bíliga frá Løgtingshúsinum. (les: IRONI, undirritaði)

Tit siga altíð: Børnini eru okkara framtíð. Børnini eru okkara virðismiklasta ogn.

Eg hoyri tykkum.

 

Til nr. 8: Ja sjálvandi skulu børn, sum hava spælt saman í barnagarðinum og grannalagnum skiljast frá hvørjum øðrum, tá tey byrja í skúlanum. (les: IRONI, undirritaði)

Eg hoyri tað fyri mær – Drongurin við mammu sína: Hví sleppi eg ikki í skúla saman við mínum bestu vinmonnum á Argja skúla? Hví skal eg á Eysturskúlan?

Mamman: Tí tað siga hini fólkini, sum mamma og babba valdu til síðsta val.

 

Hvør fremur so hesar sparingar? Jú nógv hava givið Anfinn Kallsberg skylduna, og tað at hann vil hava handa tunnilin sum eftirmæli, men hvør hevur skylduna: At tað hava tit øll FÓLKAvaldu og ikki bert Anfinn!!!

 

 

Árni Vang, Hoyvík

alment løntur, sum roynir sítt besta