Sparingarnar raka meinast næmingarnar við serligum tørvi

Fólkaskúlin er niðurpíndur og hetta rakar serliga serundirvísingina til næmingar, við serligum tørvi, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

 

Fólkaskúlin er niðurpíndur og hetta rakar serliga serundirvísingina til næmingar, við serligum tørvi, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

 

Herálvur Jacobsen sigur, at seinastu árini hevur mentamálaráðið støðugt niðurlaga serundirvísingina við at niðurraðfesta læraratímar til serundirvísing, og heldur umflokka teir til námsfrøðiligar tímar.

- Talið á námsfrøðiligum tímum økist bara fyri hvørt ár. Allir partar eru samdir um, at undirvísingaruppgávur skulu røkjast av lærarum, soleiðis eisini á serøkinum. Men veruleikin er, at undirvísing, vegna serligan tørv, í størri og størri mun verður umroknað frá læraratímum til námsfrøðiligar stuðulstímar, sigur Herálvur Jacobsen, sum í oddagrein í Skúlablaðnum vísir á, at á einum skúla er talið av námsfrøðiligum stuðulstímum tvífaldað seinastu trý árini, meðan talið av tímum vegna serligan tørv stendur í stað.

 

Í praksis merkir hetta, at heldur enn at lærarar fylgja børnum við serligum tørvi í undirvísingini í skúlanum, verða hesi størvini givin ólærdum ungdómum.

- Størvini eru vánaliga lønt, so stórur partur av teimum, sum taka hesi námsfrøðiligu størvini eru ófaklærd ung. Alt annað líka skal ein útlærdur kunna geva einum næmingini meiri enn ein ófaklærdur. Samstundis er tað ein vansi, at nógv av hesum ófaklærdu eru skjót at fara víðari. Tey ætla sær hetta starvið í eitt ár, kanska styttri. Tí er útskiftingin hjá stuðlum hjá einstøku næmingunum til tíðir sera títt, sigur hann. Ein næmingur kann tí uppliva at hava eitt tveysiffrað tal av stuðlum síni ár í fólkaskúlanum. Tá er eingin møguleiki at knýta eitt trygt samband við námsfrøðingin.

 

- Hetta eru umstøðurnar, vit bjóða mest viðkvæmu næmingunum í fólkaskúlanum. Spyrja vit skúlaleiðarar, so siga tey við ein munn, at tímar til serligan tørv, í flestu førum, áttu at verið lisnir av lærarum, sigur Herálvur Jacobsen.

 

Herálvur Jacobsen heldur, at tað er týdningarmikið, at ein faklig meting liggur til grund fyri hvønn tørv, næmingarnir við serligum tørvi hava, heldur enn at tað einans er ein spurningur um fígging.

- Vit mugu avgera, hvat barnið hevur tørv á, tá avgerð skal takast um, hvørt talan skal vera um læraratímar ella námsfrøðiligar tímar, sigur Herálvur Jacobsen.

 

Hann hevur tó lítlar vónir um, at Mentamálaráðið fer at geva serundirvísingini betri kor.

- Rigmor Dam, landsstýriskvinna, segði í Kringvarpinum herfyri, at eingin hægri játtan verður givin til Sernám, so útlitini fyri bata á hesum økinum eru ikki góð. Tað var rættiliga greiður boðskapur frá landsins myndugleikum, sigur hann.