Sparingin verður eitt framstig fyri tey eldru

Tvey sambýli á Skálafjørðinum verða nú niðurløgd, men tað verður ein fyrimunur fyri tey eldru

Nú fara kommunurnar á Skálafjørðinum at seta tær sparingar settar í verk á eldraøkinum, sum hava ligið í kortunum í eina tíð.

 

Í hesum sambandi er endaliga avgjørt, at sambýlið á Skála verður stongt, og at virksemið verður flutt í nýggja sambýlið, Sjóvarlon, á Strondum.

 

Samstundis verður heimið á Mýrunum í Runavík latið aftur og búfólkini verða flutt á Eysturoyar Røktar-og ellisheim.

 

- Hóast Sambýlið á Skála og Heimið á Mýrunum hava tænt sínum endamáli, ásannar stýrið, at talan er um tveir gamlar og ótíðarhóskandi bygningar, sigur Tordur Niclasen, sum er leiðari í Skálafjarðarsamstarvinum

 

Samstundis eru Eysturoyar Røktar-og ellisheim og Sjóvarlon nýggjari og nútímans bygningar, og sostatt verða umstøðurnar bæði hjá búfólki og starvsfólki, munandibetri, enn tær hava verið, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at á Eysturoyar Ellis og Røktarheimi verða átta búpláss niðurløgd, tí nú skulu tey ístaðin takast til minnisveik

 

Nú hesar broytingar eru settar í verk, verður eldraøkið á Skálafjørðinum savnað í trimum bygningum á Toftum, í Runavík og á Strondum, við tilsamans 96 búðplássum. Áður húsaðust tey í fimm bygningum.

 

Við at fremja nevndu broytingar, verða fíggjarligu fortreytirnar hjá Økistænastuni munandi betri til at bøta um tilboðini til heimabúgvandi,  og at seta fleiri tænastur á stovn, sigur Tordur Niclasen.

 

- Hetta er fult í samljóði við Løgtingslógina um heimatænastu, eldrarøkt, har dentur verður lagdur á at skapa møguleikar hjá fólki at búgva í egnum heimi sum longst.