Sparkaði dómaran niður

Matos bardist um OL-bronsu í taekwondo ímóti Arman Chilmanov úr Kasakhstan, og hann var á odda 3-2, tá dómarin dømdi Chilmanov at vinna, tí Matos nýtti av langa tíð at koma fyri seg.

Vanliga hava íðkarar í taekwondo ein minutt at koma seg, um nakað er áfatt, men dómarin metti, at Matos nýtti meira enn hetta, tá hann fekk ein skaða í fótin.

Matos gjørdist somikið sintur, at hann fyrst skumpaði ein dómara, áðrenn hann sparkaði ein annan.

Endin varð, at Matos spýtti á máttuna, áðrenn hann varð leiddur út av ítróttarøkinum.