Tónleikabólkurin Gypsy Train hevur koyrt kring Føroyar í eitt ár, og kemur í morgin á marknaðin við fyrstu fløguni. Hetta hátíðarheldur bólkurin við eini útgávukonsert í Havnar Klubba leygarkvøldið, tá tónlistarligatokið av álvara verður sparkað í gongd og fer kemur á.
Gypsi Train spældi fyrstu konsertina í Sirkus í Havn fyri einum ári síðani, og taldist eisini millum bólkarnar, sum spældi á ársins G! Festivali. Talan er um skitnan rokktónleik, hvørs íblástur millum annað stavar frá Balkan og Latínamerika.
Fløgan, sum kemur á marknaðin í morgin, kallast »The Flying Dutchman«. Tað er Benjamin Petersen, sum hevur framleitt og miksað, meðan eingin minni enn Tim Young hevur mastrað. Hesin hevur áður mastrað útgávur hjá The Beatles, Bjørk og Massive Attack, men eisini fyri føroysku Orka.
Til útgávukonsertina leygarkvøldið kemur Vágaverk at hita skinnararnar, áðrenn dreingirnir í Gypsi Train sparka tónlistarliga tokið í gongd og buldra avstað. Dyrnar í Havnar Klubba opna klokkan níggju leygarkvøldið.
Um dagarnar hevur bólkurin eisini lagt tvey av nýggju løgunum á YouTube. Talan er um lagið »Franklin«, sum bólkurin kunngjørdi í gjár, og so lagið »Maria«, sum varð kunngjørt 2. november. Hesi eru at hoyra á leinkjunum niðanfyri hesa grein.
Mynd: Uni Árting