Sparkaðu ov nógv

– Hetta var eitt øgiliga gott lið, vit spældu ímóti, staðfesti føroyski málverjin, Jákup Mikkelsen, sum tvær ferðir noyddist í málið eftir bóltinum, men sanniliga eisini hevði fleiri avgerandi bjargingar, tá harðast leikaði á

FÓTBÓLTUR

 

Við sínum 62 landsdystum, er Jákup Mikkelsen nógv tann royndasti av núverandi spælarum á føroyska A-landsliðnum. Og tá hann eitt gott korter inn í seinna hálvleik noyddist í málið eftir bóltinum fyri aðru ferð í gjárkvøldið, var tað mál nummar 141, sum var farið ígjøgnum hjá honum.

Tað sigur tó meira um føroysku landsliðssøguna og gongdina í teimum flestu dystunum, enn tað sigur um Jákup, tí enn eina ferð greiddi hann úr hondum eitt avrik, hann saktans kann liva við. Enn eina ferð hevði hann fleiri avgerandi bjargingar, tá harðast leikaði á.

– Vit mugu bara ásanna, at tað var eitt øgiliga gott lið, vit spældu ímóti, og serbarnir eru ringir at halda burtur frá kjansunum, segði málverjin.

– At teir so fáa mál beint fyri hálvleik, ger tað trupult fyri okkum. Høvdu vit fingið hildið nullið til hálvleiks, trúgvi eg, at vit kundu fingið meira burturúr. Men eg eri væl nøgdur við liðavrikið.

Jákup Mikkelsen sigur, at teir enn hava havt øgiliga lítla tíð saman við nýggja landsliðsvenjaranum, Brian Kerr, men at teir tó til fulnar hava skilt, hvussu hann ynskir, at føroyska landsliðið skal spæla.

– Hann vil hava okkum at spæla longur frammi á vøllinum. Tað riggaði eisini nøkulunda, tí vit møttu teimum heilt frammi, sigur Jákup.

– Hinvegin haldi eg, at vit brúktu ov lítið av tíð uppá at spæla og heldur sparkaðu ov nógv. Vit royndu at finna avgerandi sendingina alla tíðina, heldur enn at spæla runt.