Speglvend dansihøll kanska rívast niður

Fundur verður í vikuni millum Dansifrøi og Tórshavnar býráð um speglvenda bygningin

Byggingin av hølunum hjá Dansifrøi varð steðgað herfyri, tí bygningurin ikki var í tráð við tekningarnar. Hann er bygdur speglvent av tekningunum, og tí verður neyðugt at finna eina loysn, so samsvar er millum tekningar og bygning.

Fundur verður seinni í vikuni millum Dansifrøi og Tórshavnar býráð um viðurskiftini, og ikki fyrr enn tann fundurin hevur verið, ber til at siga nakað nærri um, hvør loysnin á málinum verður.

Sambært Dimmalætting vísir borgarstjórin á tvær møguligar loysnir. Onnur er, at tekningarnar verða broyttar, so tær samsvara við bygningin, og hin er, at bygningurin verður stoyptur av nýggjum eftir uppruna tekningunum.

Høgni Mikkelsen, sum situr í bygginevndini fyri Dansifrøi, vil ikki siga nakað meiri um málið fyrr enn fundurin millum felagið og kommununa hevur verið.

Tað verður eisini neyðugt at leggja málið fyri Byggi- og býarskipanarnevndina, sum skal góðkenna byggingina av nýggjum.

Tað hevur ikki borið til at uppspurt, um talan er um ein reguleran feil, ella um bygt er speglvent av tekningini við vilja.