Kendi danski venjarin, Viggo Jensen, er maðurin sum Lars Olsen sendir at hyggja eftir mótstøðuliðunum hjá okkum. Tí var Viggo Jensen til landsdystin millum Sveis og Ungarn, har Sveis vann 5-2, men tað heldur Viggo Jensen ikki at vit skulu leggja so nógv í.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Tit skulu ansa eftir ikki at taka støði í úrslitinum hjá Ungarn móti Sveis, tí Sveis er eitt avbera gott lið, men Ungarn er eitt landsliðið í skiftistíð. Áleið helmingurin av spælarunum, sum vit hava sæð fyrr, eru útskiftir. Verjan er áleið tann sama, men longur frammi er fleiri nýggir spælarar, sigur Viggo Jensen, sum er varin, tá tosið fellur inn á møguleikarnar í kvøld.
Gunnar Nielsen: (Liðfelagir) Viljormur er lekrast
- Tú hevur altíð ein møguleika. Tað eru avbjóðingar, tá Føroyar spæla seinna av teimum dystum við orkuni. Mótstøðuliðini eru mangan vanari við at spæla so harðar dystir við stuttari hvíld. Higartil hava tit fingu nøkur framúr úrslit og klára tit at spæla til null í verjuni, so trúgvi eg upp á at Føroyar fáa mál. Tí betri enn tað er verjan hjá Ungarn ikki.
Atli Gregersen: Gunnar Nielsen er eitt grenj
Rás2 byrjar at senda frá klokkan 16 í dag. Fyrst við upptakt og síðani U21 landsdystinum millum Føroyar og Georgia. Klokkan 19.45 verður beinleiðis frásøgn úr Budapest, har Ungarn og Føroyar spæla seinasta dystin í hesi HM undankappingini.