Speirekan av bæði vísind og kristindómi

Viðmerking til skriving í tinghelluni í Sosialinum t. 27/11 og 30/11

Magnus Gaard
lívfrøðingur
?????????
Á veg heim úr Svøríki
Eg var á veg heim frá einari ráðstevnu í Svøríki, sum var um reyðlistar av hóttum djóra- og plantusløgum, tá ið eg sá, at næstan øll fólkini í flúgvaranum sótu og lósu í einhvørjari grein í tinghelluni í Sosialinum um Darwin, menningarlæru og skapanarlæru. Hetta vakti mítt stóra forvitni, tí tað er ikki dagligur kostur í Føroyum, at síggja greinar um tílík evni í Føroysku bløðunum. Onki tíðinda-blað lá beint har sum eg sat, so eg var tíverri noyddur at sita ótolin og bíða eftir Sosialinum tað mesta av túrinum til Føroya. Heimafturkomin síggi eg mín sann, at Sosialurin týsdagin hevur enn eina tinghellu um hesi somu evni. Nakrar dagar seinni skrivar studentaskúlalærarin Pól Jespersen eitt aftursvar. Hann endar sína ógvuliga skilagóðu grein við at heita á lívfrøðingar, um at gera vart við sína hugsan um hesa skriving.
Eg eri sjálvur lívfrøðingur, og eg eri sjálvandi sera upptikin av tí vís-indaástøðiliga grundarlagi, ið mítt fak byggir á. Ein vísindamaður, sum ikki er tilvitaður um hvørjar fyri-treytir hansara egna arbeiði, ið sum oftast er undirvísing ella gransking, byggir á, er ikki nakar góður vísindamaður.
Greinarnar í Sosialinum eru allar samlar uttan íhald ein roynd at vísa á øll tey umráðini av náttúruni, har sum náttúruvísindin, sum nú er, ikki hevur nakað gott svar, og so at seta Várharra inn í staðin fyri. Eg eri ikki førur fyri at gera meg til dómara yvir, hvørt tað er rætt, at hesir spurningar eru spurningar, ið náttúruvísindin ikki hevur nakað gott svar uppá. Men eg kann við vissu siga, at hetta eru alt av mest spennandi granskingarspurningum nú á døgum. Eg kann eisini siga við vissu, at um vísindin hvørja ferð hon ikki hevði eina frágreiðing uppá eitthvørt, setti Várharra inn ístaðin fyri, so hevði vísindin verið steðgað upp fyri nógvum árum síðan. Nei! ófrávíkiligir sannleikar hoyra ikki náttúruvísindini til, og hava ongantíð havt áhuga fyri náttúrvísindafólk í teirra náttúruvísindaliga yrki. Fyri so vítt má eg eisini siga, at eg eri rættiliga líkaglaður við, um smálutirnir í tykkara greinum eru rættir ella skeivir. Greinarnar eru, allar sum ein, ein vitnisburður um eitt sera álvarsligt brot við vesturlendska vísindasiðvenju, og eisini okkara kristiliga siðaarv.
Tað er ósatt at náttúruvísindin framleiðir ófrávíkiligar sannleikar!
Náttúrvísind framleiðir empiriska vitan og ikki treytaleysar sannleikar. Náttúruvísindin hevur ong-antíð verið áhuga í treytaleysum sannleikum. Í veruleikanum er tað í tí tíðini, tá ið ófrávíkiligir, religiøsir sannleikar vórða tiknir úr náttúruni, at náttúruvísindin fekk gróðrarbotn í Evropa. Í katólskari miðøld vóru allir ófrávíkiligir sannleikar um bæði tilveruna og náttúruna tryggjaðir av katólsku kirkjuni. Kassin varð afturlatin, har varð ongin orsøk til at granska í nøkrum sum helst, av tí at pávin hevði samband við Várharra sjálvan, og kundi til eina og hvørja tíð áseta veruleikan fyri fólkið, soleiðis sum hann nú einaferð hevði samrátt við Várharra um, at veruleikin var. Her var onki rúm fyri atfinningum og forvitni. Sannleikin var givin frammanundan. Sjálvt um tað ikki eru allir humanistar, sum vilja geva mær rætt í hesum, so eri eg púra vísur í, at trúbótin í fimtanhundraðtalinum og náttúruvísindaliga menningin líka síðan eru neyvt knýtt at hvør øðrum. Tá reformatorurin Martin Luther trínur fram í dómkirkjuni í Worms í 1521 við yvirlýsingini, at "hann í trúarspurningum einans ætlar sær at fylgja síni egnu samvitsku", tendrar hann eitt bál í Evropa. Luther setir tann spurningin, sum vesturlendsk heimspeki hevur roynt at greiða líka síðan. Støðan er, at vit ikki longur hava nakran átrúnaðarligan myndugleika, ið kann tryggja sannleikavirðið av tí sum vit trúgva uppá, og at tað vísindaliga forvitnið verður loyst úr hafti.
Vit mugu sostatt fyrst og fremst gera okkum greitt, at Lutherskur evangeliskur kristindómur (okkara fólkakirkja um nakar skuldi ivast), er tann søguliga fyritreytin fyri vísindaligu menningini síðstu 500 árini. Samstundis skulu vit gera okkum greitt, at Darwin ikki er einsamallur um at taka Várharra úr náttúruni. Tað er okkara egni kirkjufaðir Martin Luther, ið ger sannleikan til eina trúarsak fyri tann einstaka. Tá ið sannleikin er ein sak fyri tann einstaka og hansara samvitsku, og ikki ein objektivur veruleiki, er slóðin ruddað fyri, at Darwin endaliga kann taka Várharra burtur úr tí náttúruvísindaligu náttúruáskoðanini.
Grundarlagið undir náttúruvísindini hevur líka síðan trúbótina verið ein umstríddur filosofiskur spurningur. Hvussu kunnu náttúruvísindafólk í veruleikanum kenna seg vís í, at teirra vitan hevur eitt serligt gildi?

Sjón fyri søgn!
Frá byrjanini av arbeiddi nátturuvísindin empiriskt. Grundarlagið undir empiri er tann hugsanin, at einasta gótikna vitan okkara um náttúruna er tað sum vit sansa. Vit skulu við øðrum orðum ikki hugsa okkum fram til hvussu náttúran er sett saman; men máta okkum fram til hvussu náttúran er sett saman. Arbeiðssetningurin var, sum orðatakið sigur "sjón fyri søgn". Trupulleikin við empirismuni hevur støðugt verið, at tað er ómøguligt at fara frá eygleiðing av einstøkum hendingum til alment galdandi náttúrulógir. Vísindafólk spurdu seg sjálvan, um náttúruvísind yvirhøvur var møgulig? Hetta við at fara frá ein stórum tali av máldum einstøkum hendingum til at gera niðurstøður um alment galdandi náttúrulógir, verður á fakmáli kallað fyri induktión. Í fleiri hundrað ár varð hetta arbeiðssetningurin hjá náttúruvísindafólki. Tann fatanin, at hetta er rætta grundarlagið undir náttúruvísindini, og einasti háttur at fáa góðkenda vitan um náttúruna, verður kallaður fyri induktivisma. Sjálvandi góðtóku náttúruvís-indafólk ikki allar induktiónir. Tey settu treytir. Talið av eygleiðingum skuldi verða stórt. Eygleiðingarnar skuldu verða endurtiknar fleiri ferðir undir ymsum umstøðum. Ongin eygleiðing mátti vera í stríð við tað náttúrulóg, ið roynt var at finna fram til.
Hesin induktivi arbeiðssetningurin hjá náttúruvísindafólkum er framvegis nógv nýttur sum arbeiðssetningur; men hann klárar ikki eina stranga logiska analysu. Bertrand Russel vísti á trupulleikan við at ímynda sær eina kalkun, sum bleiv fóðrað hvønn tann einasta dag klokkan níggju. Sum tann góði induktivisturin hon var, leyp hon ikki framav. Honn fann fyrst útav, at hon bleiv fóðrað klokkan níggju allar dagar í vikuni. Hon bleiv eisini fóðrað klokkan níggju, uttan mun til um tað regnaði ella sólin skein. Hvønn dag gjørdi hon nýggjar eygleiðingar fyri at tryggja sær, at hon í síðsta enda kom til eina rætta niðurstøðu. At enda var induktivistiska samvitskan hjá kalkununi nøgd, og hon gjørdi eina induktivistiska niðurstøðu, sum var nakað soleiðis, "Eg verið altíð fóðrað klokkan níggju". Tíverri var hetta júst jólaaftan, og tá ið hon fegin rann yvir ímóti trognum júst kl níggju, bleiv hon fangað, hálshøgd og etin til døgurða.
Tá ið vit náttúruvísindafólk hugsa um hvussu nógv náttúruvísindin í grundini er knýtt at induktivum niðurstøðum, og fyri so vítt eisini okkara egni dagligi atburður, so er tað sjálvandi ikki haldgott í longdini, at vit ikki kunnu líta á induktivar niðurstøður.
Allir teir spurningarnir, sum stungu seg upp aftaná trúbótina s.s., hvussu skal eg handla? Hvat skal eg trúgva? Hvat kann eg í grundini vita við vissu? vóru átrokandi fyri fólk í tómrúminum aftaná trúbótina. Empirisman er ein heiðurlig roynd uppá at finna eitt svar uppá hendan síðsta spurningin, meðan Luther og aðrir royna at geva eitt svar uppá teir fyrstu báðar spurningarnar.
Trupulleikin við kalkunini verður tikin í størsta álvara av náttúruvísindafólkum og heimsspekingum. Eg havi hvørki tíð ella pláss til at gjøgnumganga hvussu tað ástøðiliga grundarlagið undir vísindini er ment hesi síðstu 200 árini; men eg kann í stuttum greiða frá teimum mest týðandi ástøðunum hesi síðstu hundrað árini.
Karl Popper
Víðagitni heimsspekingurin Karl Popper var sera upptikin av induktións-trupulleikanum hjá náttúruvísindini. Ístaðin fyri at seta sum krav til vísindalig uppáhald, at tey skuldu kunna prógvast við empiriskum arbeiði, so skeyt hann upp, at vísindalig uppáhald altíð skuldu vera soleiðis, at tey kundu mótprógvast (falsifikatión). Uppáhaldið, at Várharra er til, er sostatt ikki eitt vís-indaligt uppáhald, av tí at tað hvørki kann prógvast ella mótprógvast. Uppáhaldið, at allir ravnar í Før-oyum eru svartir, er hin-vegin eitt vísindaligt uppáhald, av tí at tað kann mót-prógvast. Um ein hvítir ravnur kom fram við, so er uppáhaldið mótprógvað. Leggið til merkis, at uppáhaldið, um at allir ravnar eru svartir, ikki kann prógvast; men einans mót-prógvast. Popper setir við hesum ógvuliga neyvar treytir upp fyri nær nakað er vísindaligt, og nær tað ikki er. Hann gevur ikki náttúruvísindini nakran serligan rætt til at kenna sannleikan. Hann sigur einans hvat náttúruvísind er.
Thomas Kuhn
Sum so ofta fyrr í vísindaligum høpi, var ivi sáddur um hvørt nú falsifikatións ástøði hjá Popper hóast alt kláraði eina gjøllari analysu. Hesaferð gerst analysan søgulig. Thomas Kuhn er vísindasøgufrøðingur við einari fortíð sum alisfrøðingur, og hann vísir á, at søguliga sæð so hava falsifikatiónir ikki altíð havt við sær, at vísindalig ástøði eru vrakaði. T.d., vísir Kuhn á, at Lord Kelvin einaferð hevði roknað seg fram til at jørðin køldist niður so skjótt, at jørðin í mesta lagi kundi vera 400 milliónir ára gomul. Hetta tíðarskeiðið mátti sjálvt Darwin viðurkenna var ov stutt til at undirbyggja hansara ástøði um lívmenning. Søguliga sæð, so førdi hetta tó ikki við sær, at ástøðið hjá Darwin bleiv vrakað. Thomas Kuhn vísir á, at vísindin mennist á ein annan hátt enn frammanundan varð hildið. Vísindamenn gera als ikki tað sum heimsspekingar vilja hava teir at gera. Teir hvørki prógva ella mótprógva nøkrum; men teir loysa gátur. Tað, ið ger gátuna sjónliga, er eitt ástøði. Sjálvt tað, sum kann tykjast okkum fullkomuliga vist, er í veruleikanum vovið inn í eitt eiturkoppaspinn av fyritreytum, sum vit ikki síggja, tí vit ikki síggja okkara egnu fordómar.
Eru vísindini so nakað serligt?
Mín orsøk til í stuttum at gjøgnumganga ástøðiligu trupulleikarnir hjá vísindini er fyri tað fyrsta, at vísa á, at vísindafólk eru aldeilis klár yvir avmarkingarnar vísindini eru undirløgd. Vísindaástøði er mær vitandi sjálvstøðugt fak á øllum hægri náttúruvísinda-ligum útbúgvingum. Fyri tað næsta er tað týdningar-mikið at síggja í eyguni, at legitimiteturin hjá vísindini ikki hvílir á nakrari filo-sofiskari meginreglu. Legitimiteturin hjá vísindini er søguligur. Náttúruvísindaliga háttalagið hevur havt ein ómetaligan týdning fyri tað samfelagið, vit liva í. Tað hevur náttúruvísindin av tvinnum orsøkum. Tann fyrsta orsøkin er tann tøkniliga menningin, sum heilt einfalt er náttúruvísindalig hugsan gjørd til veruleika. Tann næsta orsøkin er, at náttúruvís-indaligar sannføringar eru vavdar inn í okkara tankar meir enn nakrar aðrar sannføringar nú á døgum, um vit vilja tað ella ei .
Drívmegin í náttúruvís-indini er, og fer altíð at vera, ivin og forvitni! Um vit velja at brúka Várharra til at forklára lík og ólík náttúrufyribrigdi við, so taka vit ivan og forvitni úr náttúruvísindini, og so steðgar hon upp.
Tann sannroynd, at tað eru óendaliga nógvir spurningar, ið náttúruvísindin onki svar hevur uppá, ferð ongantíð at gerast eitt prógv fyri, at Várharra er til!
Hvaðani kemur hendan tráanin eftir at gera Várharra til vísind ?
Líka so nógv, sum eg meini at greinarnar hjá tykkum eru ein óhugnalig speirekan av vísindini, líka so nógv meini eg, at tit gudfrøðiliga eru á veikari grund, tá ið tit royna at finna objektiv prógv fyri, at Várharra er til. Tit eru heilt einfalt í vanda fyri at koma til at gera gjøldur burtur úr tí guðsfatan sum nógv trúgvandi fólk hava. Um tit objektivera trúnna, so koma tit til at minka Várharra til ein sovorðnan gandakall, sum á tíðarinnar morgni stóð og framleiddi slímutar frumkyknur, og soleiðis er mín guðsfatan ikki. Eg veit ikki um eg havi misskilt nakað tá ið eg bleiv fermdur; men kristiligi siðaarvurin í Føroyum er mær vitandi, meir enn nakað ann-að, Lutherskur kristindómur. Sum áður sagt so varð tað altso Martin Luther sjálvur, sum gjørdi tað heilt ómøguligt hjá menniskjum at hava nakað annað samband við Várharra enn sína egnu samvitsku. Tað er sjálvandi langt síðan at Martin Luther livdi, og kanska er hesin siðaarvurin ikki so viðkomandi fyri nógv longur. Men hesin siðaarvurin er eisini førdur víðari av nógvum ógvuliga klókum monnum síðan. Okkum tørvar ikki at fara longur enn til Danmarkar. Í øllum ritverkinum hjá danska guðfrøðinginum og heimsspekinginum Søren Kierkegaard er hetta tað heilt avgerandi evnið. Hansara tankar kunnu tykjast tungir og torskildir. Um eg nú loyvið mær at gera eina grova generali-sering, so kunnu hansara tankar hesum viðvíkjandi samanfatast nakað soleiðis. Ein og hvør roynd at objektivera Várharra, enda í avgudatrúgv. Eg vil tí enda við at seta tykkum spurningin, hví tað er so týdningarmikið fyri tykkum at finna prógv fyri, at Várharra er til? Ella hevur hendan samanvevjingin av átrúnaðarligum og vísindaligum spurningum kanska okkurt annað endamál?