Dagny Joensen
Fyri tann óroynda, sum ikki hevur skil fyri fótbólti, men sum fegin setur seg framman fyri skíggjan, tá landsliðsdystir verða spældir, er tað torført at fylgja við, tá ofta verður í so nógv tosað yvir myndinar um spælið á vøllinum.
Áður kundi tú sløkkja fyri ljóðinum í sjónvarpinum og tendra útvarpið, har frásøgufólkið á øðrvísi hátt greiddi frá hvat fór fram á vøllinum. Um tú hevur televarp, ber tað ikki til longur, av tí at ljóð og mynd ikki fylgjast.
Herfyri var landsdystur á Svangaskarði, har Høgni í Jákupstovu var sjónvarpsvertur og aftrat sær hevði Eli Hentze, fótbóltsspælara og lærara, sum gjørdi við-merkingar. Teir báðir riggaðu frálíka væl saman. Serliga av tí at Eli Hentze við sínum hóvligu og oftani stuttligu viðmerkingum, gjørdi dystin sera undirhaldandi, hóast úrslitið einki var at reypa av.
Eli Hentze er lærari í barnaskúlanum á Sandi. Hann er 36 ára gamal og hevur spælt fótbólt síðani hann dugdi at ganga. Honum dámar sera væl fótbólt, men veit ikki hvar hesin ovuráhugi stavar.
Eitt nú tekur hann allar fótbóltsdystir, sum verða vístir her og aðrastaðni, upp á sjónband, og hevur helst størstu sjónbandagoymslu í Føroyum, sum telur eini 300 bond.
Kennir leiklutin hjá spælararunum
Umframt tað er hann kendur fótbóltsspælari í B71, og hevur verið við til at vinna felagnum nógvar sigrar. Í 1989 gjørdust teir føroyameistarar, steypavinnarar í 1993, Europa cub í 1994 og 96. Við øðr-um orðum veit hann hvat rørist í leikararunum á vøllinum, tá hann ger við-merkingar í sjónvarpinum.
Um sínar fyrstu royndir at vera viðmerkjari í sjónvarpinum, sigur Eli Hentze, at hann royndi hetta á fyrsta sinni í 1997, tá fótbóltsdystur var á Svangaskarði.
- Høgni Hoydal var sjónvarpsvertur, men tá var so nógvur mjørki, at vit sóu hvørki eitt ella annað. Nærstu ferðina eg var viðmerkjari var í Skotlandi í 2002, men tá gekst heldur ikki væl í hond, av tí at tekniska útgerðin als ikki riggaði. Tá vóru vit rættiliga sperdir, sigur Eli.
- Hvussu fyrireikar tú teg til hesa uppgávu?
- Fyri tað fyrsta skal eg hava góðar stundir at fyrireika meg. Eg hyggi eftir dystum á sjónbondum, sum mótspælarnir hava spælt og leiti fram allar upplýsingar um fólkið og viðurskiftini í landinum, har teir skulu spæla o.s.fr..
- Tað verður gjørt fyri at fata bakgrundina hjá teim-um, sum vit skulu dystast ímóti. Stórur munur er á fólksløgum og lyndi í ymsu londum. Tað er eitt nú lættari hjá føroyingum at spæla móti norðmonnum enn fraklendinum, av tí at vit kenna betur viðurskiftini í Noregi. Eg brúki nógvar tímar at seta meg inn í hesi viðurskifti, sigur Eli Hentze.
Fáorðaður viðmerkjari
Um hvussu er tað at vera viðmerkjari, tá tað gongur illa í hond, sigur Eli Hentze, at tað velst um tíð og stað. Tá teir í landsdystinum á Svangaskarði herfyri fingu ein góðan málmøguleika sum miseydnaðist, segði Eli fáorðaður, at bólturin helst endaði í Runavík.
- Tað er ilt at siga, men eg haldi, at ein øðrvísi máti at siga tað, lættir um spenningin og kanska eisini fyri, at vit ikki missa mótið. Sjónvarpshyggjarar síggja hvat fer fram, og tá bólturin fór langt upp um málstongina, kundi speisemi bøta um spentu støðuna, uttan at tað tó skal skiljast neiligt.
Vanliga sita sjónvarpsvertur og viðmerkjarar og tosa leingi og væl um, hvat venjarin átti at gjørt, og hvussu leikarnir skulu bera seg at á vøllinum.
Tað gjørdu teir ikki nógv av í áðurnevnda dysti, men vónin um at tað skuldi eydnast var í staðin sagt í einum orðafelli, tá Eli Hentze heldur ótolin segði: "Onkuntíð má vatn koma í tómar brunnar". Tað heldur hann sat væl í hesum føri, av tí at føroyingar høvdu so nógvar møguleikar, at tað kundi illa verða so statt, at einki úrslit kom.
Sum viðmerkjari er uppgávan at leggja aftrat tí, sum verturin sigur, og at hava yvirlit yvir og møguliga vísa á loysnir, men tað er so lætt, tá tú ert áskoðari og ikki hevur ávirkan á dystin.
Stuttar viðmerkingar
- Hvat er mest umráðandi hjá einum viðmerkjara í hesum føri?
- Tað er m.a. at gera viðmerkingar til tað, sum áskoðarin sær. Í útvarpinum verður sagt frá fyri at hjálpa lurtarnum at skilja, hvat fer fram.
- Sum viðmerkjari í sjónvarpinum er uppgávan ein onnur. Tú kanst t.d. siga frá landi og fólki, um landsliðið spælir uttanlands. Tað er eitt nú tað, sum mær dámar best, tá eg hyggi eftir fótbóltsdysti, sigur Eli Hentze.
Hann hevur ongar fyrimyndir í hesum arbeiði, men dámar væl at lurta eftir Jan Mølby, sum er viðmerkjari á danskari sjónvarpsstøð.
- Ikki soleiðis at skilja, at hann er mín fyrimynd, og eg hermi ikki eftir honum, men hann tosar heldur ikki so nógv, men ger stuttar viðmerkingar. Tað havi eg lagt meg eftir, sigur Eli Hentze, sum ikki er fastur viðmerkjari í SvF, men bert verður biðin um at luttaka frá ferð til ferð, tá fótbóltssendingar eru á skránni.