Lurtararnir hjá sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 høvdu aftur tað góða hugflogið frammi, tá tey sendu sms inn til sendingina.
Besta smsið hevði lurtari úr Leirvík. Sms´ið var soljóðandi: "HB hevur tolk við til næsta dyst: - Vit hava stórar mál-trupuleikar!"
Onnur góð og speisk sms, ið komu inn til sendingina vóru hesi:
"Suðuroyarliðið skal eita FC Galaxy"
"3 stig fleiri umborð á Smyrli, enn umborð á Galaxy. Koyr á KÍ"
"Nýggi høvuðsstuðulin hjá Víkingi er IDEAL javning"
"Við javna stimanum fær B36 kanska 18 javnleikir í teimum 27 umførunum?"
"Nú eru tær tiltiknu "The Double" blusurnar hjá KÍ aftur settar til sølu í ítróttarhandlunum kring landið"
"Framtíðin hjá KÍ sær Bjarta-lið út"
"Alt við tað gamla við Løkin. NSÍ vinnur. Klæmint skorar, og Jens fær gult kort!!!"
"HB´arnir eta ov nógv havnarriv"
"Galaxy verður liggjandi til August, kanska KÍ kemur í steypafinaluna?"
"HB fekk ikki LOFTAÐ sær, og TÓKU tí ikki av"