Leygarmorgunin skipaði ÍSB fyri sonevnda Speakers Corner á gongugøtuni í Havn. Tað merkist, at valstríðið er í hæddini og góða undirtøkan leygarmorgunin ber boð um, at fólk eru veruliga komin í valhýr.
Bretar eru kendir fyri Speakers Corner og nú er bretska siðvenja komin á okkara leiðir. Valevnini fyri flokkarnir fingu hvør sína megafon og so ráddi um at rópa harðast fyri at fáa boðskapin út til áhoyararnar. Valevnini fingu fýra ferðir møguleika at greiða stutt og greitt frá, hvørji mál flokkarnir standa fyri.
Hilmar Jan Hansen var orðstýrari og stýrdi við harðari hond, so valevnini hildu ásettu tíðina
Tríggjar kvinnur
Kvinnurnar vóru væl umboðaðar á Speakers Corner leygarmorgunin. Ein væluppløgd, Annita á Fríðriksmørk, greiddi frá avrikunum hjá Tjóðveldisflokkinum farnu seks árini og framløgan var eftir øllum at døma sannførandi, tí mitt í rokanum fekk hon ein koss frá einum av áhoyrarunum
Malan Johansen fyri Sjálvstýrisflokkin hevði brynjað seg við eini framløgu sum bar upp á rím. Framløgan hjá henni var helst tann mest hugflogsríka. Malan segði seg millum annað vilja hava eitt Føroyar fyri øll, har pláss er fyri øllum samfelagsbólkum
Katrin Dahl Jacobsen fyri Javnaðarflokkin endurgav rappið hjá Kristiani Magnussen og endurtók at nú má vend koma í. Hon helt, at tørvur er fyri veruligum realpolitikki, eftir seks ár við klandri og braki, og realpolitikkinum borgar Javnaðarflokkurin fyri
Johan í essinum
Eftir eina heldur ivasama byrjan, er Hin stuttligi flokkurin við at finna seg sjálvan í valstríðnum. Jóhan í Kollafirði helt á, har hann slepti í Útvarpi Føroya fríggjakvøldið. Hann ráddi øllum til at eta fleiri K-vitaminir( Hin stuttligi flokkurin er listi K, blðm) og tær kundi ein fáa í stórum nøgdum við at eta Kellogg´s Bran Flakes, sum hann málbar seg.
Áhoyrararnir hugnaðu sær óført hvørja ferð, Johan stóð fyri tørni við sínum heldur øðrvísi boðskapi. Johan í Kollafirði greiddi millum annað frá, at valstríðið hjá sær hevði kostað 250 krónur higartil og tað helt hann ikki verða so galið
Speiskur Óli
Óli Breckmann umboðaði Fólkaflokkin hann helt speiskliga fyri, at Johan í Kollafirði hevði verið eitt frálíkt formansevni í Sambandsflokkinum, tí flokkurin hevði í løtuni einki frægari evni. Hann rósti eisini einskiljingarpolitikkinum hjá Javnaðarflokkinum, nú teir framt tað bragd at einskilja 85 ára gamla skipið Barskor.
Heðin Mortensen tosaði um, at Sambandsflokkurin var trygdin fyri vælferð í Føroyum og fullveldið hevði spælt fallit. Tummas Juul Askham fyri Miðflokkin royndi av øllum alvi at sannføra fólk um at velja Miðflokkin komandi týsdag, so Føroyar fáa ein sterkan Miðflokk á ting.
Tann politiska málageipanin var í hæddini og orðini fuku um allar geilar.. Nakrar vóru stuttligar, aðrar vóru speiskar og meira álvarsamar, men samanumtikið hugnaðu fólk sær óført tann góða hálva tíman í góðveðrinum á gongugøtuni leygarmorgunin.
Mynd: Johan
Johan í Kollafirði var væl upplagdur leygarmorgunin. Eftir eina heldur ivasama byrjan upp á valstríðið, er Hin stuttligi flokkurin við at finna sítt pláss.
MyndKaffi
ÍSB seldi kaffi og ikki minst tær umstríddu grønu keksirnar í samband Speakers Corner.
Mynd: Uppifrá
Soleiðis sær eitt Speakers Corner út í Føroyum. Hugtakið, Speakers Corner, er upprunaliga úr Onglandi.
Fólk:
Fólk møttu fjølment upp til tiltakið hjá ÍSB leygarmorgunin
Valevni tætt
Kvinnurnar vóru væl umboðaðar á Speakers Corner. Malan Johansen, Katrin Dahl Jacobsen og Annita á Fríðríksmørk smæddust als ikki burtur millum .
Sámal og Ronnie
Sámal Ravnsfjall og Ronnie Nielsen sungu og spældu, áðrenn valevnini sluppu framm at.