Spekulantar hava rænt Evropa fyri 410 mia kr

Danmark er bara eitt av fleiri evropiskum londum, sum er ramt av umfatandi svikið við vinningsbýtisskatti.

Danmark er bara eitt av fleiri evropiskum londum, sum er ramt av umfatandi svikið við vinningsbýtisskatti.

 

Stóra gølan um vinningsbýtisskatt, sum hevur kostað Danmark minst 12,7 milliardir krónur, er liður í einum risastórum ráni ímóti at kalla øllum Evropa.

 

Tað skriva donsku miðlarnir DR og Politiken.

 

Ránið er eftir øllum at døma enn í gongd í fleiri londum. Níggju lond – eitt av teimum Danmark – eru rakt, og tilsamans hava spekulantar svikað við vinningsbýtisskatti fyri mettu upphæddina 410 milliardir krónur.

 

Svikið er framt av einum neti av altjóða fíggjarfólkum og fløkir uppí nógvar av heimsins nógv størstu bankum.

 

Tað avdúka lyklapersónar í netinum eins og loynilig fregnarfrágreiðing hjá týsku løgregluni upp á 180.000 síður.

 

DR og Politiken hava í meira enn eitt hálvt ár kannað upplýsingarnar í samstarvi við Le Monde, Reuters, Die Zeit, ARD og 12 aðrar evropiskar miðlar. Arbeiðið er samskipað av týska rannsóknarfelagsskapinum Correctiv.

 

Skattalokabragdið snýr seg í teimum minni grovu førunum um at sleppa undan einum skatti, sum átti at verið goldin. Og í grovaru førunum um at fáa sama skatt endurgoldnan upp til tíggju ferðir.

 

– Tað er eitt stórt svikanummar. Vit eru snýtt, sigur Peter Løchte Jørgensen, professari í fígging við Aarhus Universitet, sum hevur hugt í gjøgnum partar av kanningartilfarinum, við DR.

 

Tilfarið avdúkar annars, hvussu Sanjay Shah – tann sum verður hildin at vera høvuðspersónurin handan milliardasvikið móti danska statskassanum – er ein lyklapersónur í aljóða netverkinum av fíggjarfólkum og stórbankum.

 

Skjølinin avdúka eisini, hvussu skattasnildnið, serliga soleiðis sum tað er framt í Týsklandi, hevur verið beinleiðis góðkent av toppleiðsluni í nøkrum av bankunum.

 

– Talan er um sera, sera kompleksan kriminalitet á hægsta stigi. Við eini munandi altjóða stødd, sigur stjórin hjá Bakmandspolitiet, Morten Niels Jakobsen, statsadvokatur, við DR.

 

 

Raktu londini eru Danmark, Noreg, Týskland, Holland, Belgia, Frankaríki, Eysturríki, Sveis og Italia.

 

/ritzau/