Olja og prísir
Herfyri skipaði Farec fyri áhugaverdum seminari í útvarpshøllini um oljuprísir. Heitið á seminarinum var, "Oljuprísirnir - enn ein avbjóðing".
Hetta var ein fundur, sum hevði stóran áhuga, tí olja og oljuprísirnir nema okkum øll.
Fundurin var serliga skipaður við atliti til fiskiskipaflotan og annars samfelagið sum heild.
Við á seminarinum vóru fólk, sum so ella so varða av orku, brúka orku ella hava áhuga fyri orku, og millum hesi vóru eisini umboð fyri eitt nú Føroya Fiskimannafelag, Føroya Reiðarafelag og umboð fyri Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Øll brúka vit orku kring um í okkara húsarhaldum, og tá ið vit fara í bilin, bussin ella umborð á strandfaraskipini.
Tað vóru búskaparfrøðingarnir, Óli Samró, sum stendur aftanfyri Farec, Teitur Poulsen, sum starvast hjá Faroe Petroleum og Magni Laksafoss, sum starvast við Fróðskaparsetur Føroya, ið viðgjørdu spurningin, hvussu oljuprísirnir kunnu ávirka fiskivinnuna og føroyska búskapin komandi árini.
Vit hava áður lýst ein part av tí, sum Óli Samró og Magni Laksafoss høvdu at bera fram.
Uppgávan hjá Teiti var at meta um útlitini fyri oljuprísunum í komandi tíðum, og hann helt fyri, at samfelagið noyðist at laga seg eftir einum høgum oljukostnaði í framtíðini.
Í síni viðgerð lýsti hann eitt nú útboð, eftirspurning og møguleikarnar at finna nýggjar keldur.
Ymiskar meiningar
Teitur vísti á, at meiningarnar um, hvussu oljuprísirnir verða í framtíðini, eru rættiliga ymiskar - alt eftir, hvør úttalar seg. Hann segði, at teir daprastu spádómarnir eru daprir, meðan tey, sum ikki eru so svartskygd um gongdina, vænta, at prísirnir verða at liva við.
- Daprastu spádómarnir siga, at oljutunnan kann fara at kosta einar 380 dollarar langt frammi í tíðini - og aðrir siga 30-35 dollarar. Skal eg geva eitt boð, vænti eg, at prísurin fer at liggja um einar 40-50 dollarar. Tað er tó ógjørligt at meta neyvt um hetta, tí gongdin avhongur av so nógvum ymiskum viðurskiftum kring um í heiminum.
Teitur segði, at prísvøksturin í hesum umfari byrjaði í 2003 - og tað mesta av tíðini í ár hevur prísurin ligið um 45 dollarar fyri tunnuna.
Hann nevndi eisini oljusjokkini í 1973-74 og í 1979-80 og segði, at hóast prísirnir nú eru rættiliga høgir, seta teir ikki met.
- Prísirnir hava áður verið hægri enn í dag, legði hann aftrat.
Fíggjarmarknaðurin
Búskaparfrøðingurin ásannaði, at tað er spekulatión, sum hevur skapt stóra eftirspurningin á olju, og hann ásannaði eisini, at ein partur av orsøkini er ótryggleiki kring um í heiminum.
- Fíggjarmarknaðurin heldur í løtuni, at tíðin við lágum oljuprísum er farin, og tí keypir hann olju inn undir seg, sum verður leverað um eini 2, 3 ella 4 ár. Tað er í fyrsta lagi stóri eftirspurningurin,sum trýstir prísirnar upp.
Hann segði, at eftirspurningurin, sum er í løtuni, stendst ikki av, at nóg mikið av olju ikki er á goymslu.
- Tað er nevniliga nógv olja á goymslu, og tað er eingin orsøk í løtuni at óttast, at oljan rennur undan.
Teitur vísti á, at tær stóru oljukeldurnar vórðu funnar í seksti-og sjeytiárunum, men hóast nógv minni olja eitt nú varð funnin í nítiárunum, varð framleiðslan næstan tvífalt so stór sum oljan, ið varð funnin.
- Tað gongur verri og verri at finna nýggjar oljukeldur, men tøknin at fáa oljuna til høldar, er nógv betur, segði hann.
Saudi Arabia er heimsins størsti oljuframleiðari, og Teitur nevndi Ghwar-feltið, sum leverar umleið helmingin av oljuni hjá Saudi Arabiu.
- Í Ghwar-feltinum hava teir stórar trupulleikar við at pumpa vatn fyri at halda trýstinum, so oljan fæst upp, men í Saudi Arabiu siga tey, at tað gongur fínt!
Búskaparvøkstur
Saman við spekulatiónini er tað vøksturin í búskapinum, sum drívur eftirspurningin eftir olju.
Teitur vísti á, at Norðuramerika og Evropa eru tey mest dominerandi, tá ið ræður um orkunýtslu og búskaparvøkstur, men ikki minst búskaparliga framgongdin í Asiu og Indiu ger, at eftirspurningurin eftir orku fer at veksa.
- Framrokningar siga nevniliga, at longur frammi í tíðini verður fólkatalið í Indiu líka stórt sum í Kina, sum hevur ein stóran BTÚ-vøkstur.
Haraftrat kemur, segði Teitur, at búskaparvøksturin í Asiu og Indiu, er nærri tengdur at orkuni enn í Ameriku og Evropu.
Búskaparfrøðingurin tók saman um og vísti á framrokningar, sum siga, at samlaði eftirspurningurin eftir orku í heiminum fer at økjast við meira enn 50% fram til 2030, um gongdin framhaldandi verður sum í dag.
- Asia fer at eftirspyrja meira orku í 2030 enn USA, segði Teitur, sum í hesum sambandi vísti á, at 6 bilar eru fyri hvørji 1000 fólk í Kina, samstundis sum fleiri hundrað eru fyri hvørji 1000 fólk í USA - og í Kina vilja fólk hava nógv fleiri bilar, enn tey hava í dag, legði hann aftrat.
USA og Evropa
Teitur Poulsen legði tó aftrat, at verður gongdin ein onnur - og um Asia og India ikki veksa so nógv, sum útlit eru til í løtuni, kann alt broytast.
- Í øllum førum verða tað USA og Evropa, sum brúka mestu orkuna tey næstu árini.
Hann segði eisini, at stórur vøkstur er innan vind-og sólorku kring um í heiminum.
- Men hendan gongdin byrjar úr so lítlum, og tí verður hesin parturin av orkuni lutfalsliga lítil í nógv ár aftrat, segði búskaparfrøðingurin.