Spell fyri Danmark - gott fyri familjuna

Tá úrslitið av fólkatingsvalinum í Danmark var greitt, og Lars Løkke Rasmussen hevði ásannað sín ósigur, varð føroyska kona hansara, Sólrun, spurd, um maður hennara er vónsvikin.

Men Sólrun ynskti ikki at gera viðmerkingar til tann spurningin.

- Vit hava havt eitt rættiliga hugnaligt kvøld og hava verið saman við soninum, Simon. Veljararnir hava talað, og tá kunnu vit vera vónbrotin ella fegin. Soleiðis er demokratiið, sum hon so diplomatiskt málbar seg.

Tá Sólrun varð spurd, um hetta fer at gera, at betri stundir nú verða til familjuna, svaraði hon smílandi:

- Tað er hugsandi, at hetta fer at geva betri stundir til familjuna. Hetta er spell fyri Danmark - men gott fyri familjuna, segði Sólrun.