Alt bendir á, at Føroyar fara at áseta sær sína egnu makrelkvotu fyri 2010. Hvørki ES ella Noreg, sum eru strandalond, tá ræður um makrelin, vilja eftirlíka føroyskum krøvum. Útlitini til semju um býtið av makrelinum eru ikki serliga góð, nú ES, Noreg og Føroyar í næstu viku hittast aftur til samráðingar í Reykjavík.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at nú má røkka ella støkka. Hann ætlar ikki at lata á sær sita, at Føroyar framhaldandi bert skulu fáa sløk 5% av kvotuni upp á 570.000 tons, men krevur, at Føroyar í minsta lagi fáa 15%.
Hann sigur við Portalin, at tað er breiður politiskur meiriluti í Føroyum, sum heldur, at vit hava eitt rættvíst krav upp á ein størri part av kvotuni, nú so nógvur makrelur hevur verið í okkara sjógvi í summarhálvuni.
- Men tað er neyvan politisk semja um, hvussu hetta mál skal loysast úr lagdi, sigur Jacob Vestergaard.
Hann vísir á, at eftir nøkur samráðingarumfør millum Føroyar, Noreg og ES er slett ikki líkt til, at partarnir vilja eftirlíka føroyska kravinum um størri kvotupart.
Landsstýrismaðurin er tí rættiliga sannførdur um, at fæst ikki semja um eina nýggja og betri avtalu á fundinum í Reykjavík í næstu viku, fara Føroyar ikki at undirskriva avtaluna, men fara at áseta sær sína egnu makrelkvotu fyri 2010.
Hann sigur, at um Føroyar ikki verða við í avtaluni fyri 2010, sleppa føroysku skipini heldur ikki at fiska makrel hjá øðrum enn okkum sjálvum.
- Makrelurin kemur í føroyskan sjógv í mai/ juni, og tí er umráðandi, at spurningurin verður loystur nú, so skipini sleppa at fiska, meðan fiskurin er í okkara sjógvi, sigur Jacob Vestergaard.