– Vit eru í eini serligari støðu, og nú má tíðini nýtast til at granska covid-19, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, ið er ein av yngru læknunum í Føroyum.
Í eitt ár hevur hann arbeitt við einari phd-verkætlan innan krabbamein, og hann skal eftir ætlan brúka tvey ár afturat til tað verkætlanina. Men júst nú er tað covid-19, tað handlar um.
Brúk er nevniliga fyri nógvum fólkum at granska her og nú, nú so nógvar granskingarverkætlanir skulu í gongd, og tí verða tey fólk nýtt, sum kenna til gransking og skjótt kunnu koma í gongd. Sama støða er úti í heimi.
– Hetta er spennandi arbeiði, og vit í Føroyum kunnu eisini gera mun bæði her heima og uttanlands. Ongantíð áður hevur verið so nógv granskað innan eitt evni uppá so stutta tíð. Tað ger meg eisini vónríkan, at vit skjótt kunnu fáa betri viðgerð ella koppingarevni, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.
Hann vónar við granskingini, at tey kunnu fáa ítøkilig úrslit, sum vónandi eisini kunnu gera mun uttanlands.
– Vit hava ikki møguleika at gera tær somu kanningar, sum teir stóru granskingarstovnarnir uttanlands kunnu gera, tí vit hava ikki arbeiðsorkuna ella pengarnar, tey hava, men vit kunnu hinvegin kanna nøkur øki, sum eingin annar kann kanna ein væl og vit. Hetta kunnu vit, tí at vit hava kannað so nógv í Føroyum og vita so væl, hvør er smittaður av hvørjum, at vit kunnu kanna nøkur viðurskifti, sum onnur als ikki hava møguleika at kanna. Tí haldi eg eisini, at vit hava ábyrgd at fáa hetta kannað, so at vit kunnu miðla hesa vitan út til onnur eisini, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen.
– Vit eru ógvuliga takksom, at so nógv vilja stuðla undir granskingina, tí tað er av alstórum týdningi, at vit gera, hvat vit kunnu fyri at fáa meira vitan um evnið. Bæði til brúk her heima og uttanlands, sigur hann.
Les meira um gransking av covid-19 í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. Til ber eisini at tekna hald og lesa blaðið á netinum her.