Spennandi elbilur frá Hyundai

Hyundai Ioniq 5 er enn ein av nýggju og spennandi elbilunum á marknaðinum. Bilurin varð valdur til Ársins bil í Danmark 2022.

 

Designið er nakað heilt serligt. Reinu linjurnar, stóru hjólini og langa aksilfrástøðan gera bilin veruliga flottan. Her er sera rúmligt og gott pláss bæði framman og aftan.

Bilurin líkist einum stórum hatchback, men Hyundai nevna hann ein CUV (Crossover Utility Vehicle). Designið er nakað heilt serligt. Bilurin framførir seg á ein serligan hátt í ferðsluni. Reinu linjurnar, stóru hjólini og langa aksilfrástøðan gera bilin veruliga flottan.

 

Stóra aksilfrástøðan ger eisini, at sera gott pláss er í kabiuni. Her er sera rúmligt og gott pláss bæði framman og aftan. Framman fyri bilføraran á instrumentborðinum eru tveir 12,3” skíggjar við síðuna av hvørjum øðrum. Teir eru lættir at avlesa og virka væl.

 

Hyundai Ioniq 5 fekk besta karakter og fimm stjørnur frá EuroNCAP-trygdartestunum. Bilurin er sera tryggur, bæði tá ræður um trygd við ein samanstoyt og við allari trygdarútgerð, sum ansar eftir, at ólukkur ikki henda. 

 

##med2##

 

Bilurin er útgjørdur við einum 800 volt løðara, sum klárar at løða upp til 80% eftir umleið 18 minuttum. IONIQ 5 klárar at sleipa upp til 1.600 kg. IONIQ 5 fæst í tveimum battarístøddum, 58 kWh og 77 kWh og fæst sum bakhjólsdrivin og sum 4x4.

 

Við størra battarínum koyrir bilurin upp til 485 km við einari løðing. Hesin hevur tveir elmotorar, og batteríkapasiteturin er upp á 77 kWh. Hann koyrir úr 0-100 km/t eftir 5,2 sekundum og koyrir upp til 485 km við einari løðing. 

 

##med3##

 

Hyundai Ioniq 5 hevur fingið nógvar virðislønir, síðan hann kom á marknaðin í fjør. Á stóru altjóða bilaframsýningini New York International Auto Show varð hann kosin World Car of the Year 2022. Eisini varð hann kosin The Auto Express Car of the Year for 2021.

 

IONIQ 5 fæst í trimum útgávum, hvat útgerð viðvíkur: Essential, Advanced og Ulitmate. Prísur úr kr. 453.000 og kr. 383.000 við Mvg afturbering. 

Bilurin kann síggjast og roynast hjá Waag Bilum. 

 

##med4##

 

Designið er nakað heilt serligt. Reinu linjurnar, stóru hjólini og langa aksilfrástøðan gera bilin veruliga flottan. Her er sera rúmligt og gott pláss bæði framman og aftan.