Spennandi eygleiðingar úr Føroyum frá seinast í 20. øld

Niels F. Kofod hevur skrivað eina ógvuliga øðrvísi bók um Havnina og Føroyar, árini 1975-1994

Fyri stuttum kom út bók í tveimum bindum, sum nevnist "Taxamissioner i Torshavn 1975-1994", har Niels F. Kofod hugfarsliga, opið og ærligt greiðir frá sínum upplivingum, sum hýruvagnsførari í høvuðsstaðarøkinum seinast í 20. øld.

 

Tilkomin og eldri fólk vilja kenna seg nógv aftur í teimum mongu stuttu forteljingunum, sum Niels F. Kofod hevur í bókini.

 

Niels F. Kofod er upprunaliga úr Bornholm, og hann var ein av mongum mjørkadalsmonnum undir tí kalda krígnum.

 

Niels Kofod hevur kortini lagt seg eftir at halda tagnarskylduna, fyri ikki at útstilla nakran. Tó eru nakrir kendir almennir persónar nevndir í samband við tær ymisku upplivingarnar Niels hevði sum hýruvagnsførari, árini 1975-1994.

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt longri prát við Niels Kofod um hesa serligu bókina.