Spennandi føroysk skrá

Spæl føroyskt dagurin byrjar í Útvarpinum í hesi løtu. Frá nú klokkan 6 og restina av degnum, verður bert føroyskur tónleikur at hoyra.

Skráin fyri dagin er fjølbroytt, við føroyskum tónleiki sum felagsnevnara. Treytin er, at upprunin skal verða føroyskur, men tað er ikki ein treyt, at alt skal verða sungið á føroyskum. Roynt verður, at allar tónleikagreinar popp, rokk, klassiskt, gospel, jazz o.s.fr. fáa rúmd í Útvarpinum í dag.

 

Morgunsendingin fer at kjósa Landapláguna, umframt at tann føroyski tónleikurin, ið er lættur at svølgja verður spældur. Elis fer at burturluta ein pakka við 57 føroyskum fløgum, og bert spæla føroyskan tónleik í sendingini Tit Skriva vit spæla. Føroyskir sangir verða at hoyra frá klokkan 11:30 til 12:00. Føroysk klassisk verk og jassur verða spæld í døgurðatímanum.

 

Eyðfinn Jensen hevur ein tíma við nýggjum føroyskum útgávum frá kl 13:00 til 14:00. Hetta eru útgávur, sum eru givnar út í 2006 og 2007. Seinnapartssendingin Bylgjan spælir bert nýggja føroyskan tónleik m.a. frá sangskrivarakappingini hjá AME umframt livandi tónleik. Victor Carlsen spælir føroyskan kristiligan tónleik í Gospelløtuni.

Jónheðin Tróndheim spælir bert føroyskan tónleik í sendingini Dagsetur, í sendingini verða eingi innsløg, bert tónleikur. Í Zip fer Elin Hentze í Stórustovu, at tosa um tónleikatiltakið Asfalt og tosa við ung um føroyskan tónleik. Hóast dagurin er av á miðnátt, so heldur føroyski tónleikurin fram á náttarrásini til langt út á náttina.