Spennandi frásøgn umborð á »Høganesi«

...

Um vetrarnar hevur Felagið Høganes av og á skipað fyri ymiskum frásøgukvøldum. Oftast hevur evnið havt eitthvørt tilknýti til sjógvin og sjólívið.

Eldri sjómenn hava greitt frá ymiskum upplivingum á sjónum, mest her á okkara sjóleiðum. Men eisini meira fjarar farleiðir hava verið umrøddar. T.d. hevur Tróndur Patursson givið okkum ógloymandi løtur, tá ið hann segði frá ferðum sínum um Kyrrahavið og í indonesiskum sjógvi.

Hóskvøldið 26. mars kl. 20.30 verður aftur eitt tílíkt frásøgukvøld umborð á sluppini »Høganesi« í Runavík. Tá fær Felagið Høganes vitjan av kenda gøtumanninum Petur Eli Mikkelsen. Hann leggur fyri við spennandi frásøgn um ein sermerktan og vandamiklan útróðrartúr hjá gøtumonnum í 1906. Hann fer eisini at hugleiða um víðfevndu broytingarnar í hesi øldini hjá teimum, ið søkja sjógvin. Aftan á verður hugnaligt prát og ein kaffimuður fæst.