Føroya Shell og Tórshavnar Bátafelag skipa fyri fjøltáttaðum fyrilestrum fyri allar bátaeigarar Sunnudagin 10. februar kl. 16 verður eitt forkunnugt tiltak í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu 9, í Tórshavn.
Tað er Føroya Shell, sum í samstarvi við Tórshavnar Bátafelag skipar fyri hesum tiltakinum, sum er ókeypis. Skráin er bæði fjøltáttað og spennandi. Hanus Kjølbro, sum fyri stuttari tíð síðani gav bókina Veðurlæru út, fer at siga frá ymiskum úr bókini, og Marius Magnusson, sum er dagligi leiðari á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík, fer at siga frá trygdini á sjónum.
Bjarti Thomsen og Kristian Zachariassen, sum arbeiða á Fiskirannsóknarstovuni, fara at tosa um royndir við ymiskum fiskarúsum út fyri Nólsoy, og royndir við snellu á Føroyabanka.
Tilmelding til tiltakið kann gerast á heimasíðuni hjá Tórshavnar Bátafelag ? www.marina.fo <http://www.marina.fo/>