Tveir sera spennandi hondbóltsdystir vera á skránni á ólavsøku, og eru tað mansliðini hjá Kyndli og VÍF sum bresta saman, meðan hin dysturin er millum Neistin og StÍF.
Fyrri dysturin er gamli klassikarin í føroyskum hondbólti, Kyndil og VÍF, og er tað altíð ein spennandi og eisini ofta ein sera dramatiskur dystur. Hóast hesir dystir sum so ikki hava nakran týdning, so er æran altíð upp á spæl, og hesin dystur kann kanska eisini geva eina ábending um, hvussu hesir báðir arvafíggindarnir eru fyri í løtuni.Dómarar í dystinum verða Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, og hava 3?arin og Skálkur úr SMS stuðlað við ávíkavist steypi og bólti.
Hin dysturin er eisini sera áhugaverdur, við tað at hetta eru føroyameistararnir frá í ár, Neistin, sum brestur saman við føroyameistararnar frá í fjør, STíF, og verður tað eisini spennandi at fylgja við tí dystinum.
Fyrri dysturin verður ólavsøkuaftan 28. juli kl. 19.30 í høllini á Hálsi, og verður tað dysturin millum Kyndil og VÍF, meðan STíF og Neistin spæla á sama staðið ólavsøkudag 29. juli kl. 18.00.
So til tykkum hondbóltsáhugaðu er heilt víst nakað at gleða seg til á ólavsøku.politisku royndirnar mær, og hetta fari eg at arbeiða við. Landsstýrismaðurin hevur stórar heimildir, og eg ætli mær at brúka tær. Tað ræður um at avgreiða mál, og eg síggi onga orsøk til, at t.d. Kirkjubømúrurin skal framhaldandi verða smoygdur undan einari politiskari avgerð. Eg ætli mær at lurta, og so ætli eg mær at taka avgerðir
Hvat hevur tú fingist við hesar fyrstu dagarnar?
? Umsitingin er í summarfrí, men har eru nógv mál at seta seg inní. Í síðstu viku las eg mentunarálitið.
Og hvussu ætlar tú at eftirtíðin skal minnast, at tú hevur havt við mentanina og skúlan at gera?
? Eg havi míni mál, men um tey gerast til veruleika veldst um fíggjarliga karmin og politiska viljan at prioritera. Tí ber akkurát nú ikki annað til enn at koma við persónligum metingum.
Mentanin og landsstýrismaðurin
Hóast Tórbjørn Jacobsen hevur verið sjómaður og harvið ikki hevur havt møguleika at vera virkin í øllum frítíðar tilboðum, so hevur hann altíð havt nógv mentunarjørn í eldinum. Í heimatíðini syngur hann í kóri hjá Símuni Nónklett, hann spælir fótbólt á 5. deildarliðnum hjá Sigmundi Johannesen í NSÍ, bøkur, bløð, útvarp og sjónvarp og tónleikur hava altíð havt stóran áhuga, og vit kundu nevnt nógv annað:
? Sjónvarpið tykist liggja í andaleypi. Landsstýrismaðurin hevur síðani í fjør havt ábyrgdina, og tí er hetta eitt tað fyrsta málið, sum eg má fara undir. Sjónvarpið var orsøkin til, at fyrri landsstýrismaðurin fór úr starvinum, og eg veit, hvønn veg tað fer at bera, um vit ikki fáa loyst hetta málið. Eg ætli mær ikki at leggja skránna, men eg skal ikki dylja, at ofta undrist eg á hugburðin, sum kemur til sjóndar í tí, sum tey velja at senda. Fleiri hava hesa seinastu tíðina nevnt tað margháttliga í, at teir eitt sunnukvøld gjørdu nógv burturúr og ivaleyst brúktu dýrar yvirtímar til Watson, sum brúkar sína tíð til at niðurbróta føroyska mentan. Einki í tí sendingini boðaði frá, at tað var neyðugt við eykasending. Tað er so eitt. Men samstundis kendi sjónvarpið ikki ábyrgd fyri at vera til staðar, tá 1000 føroyingar sama vikuskifti vóru á Syrðadali í sambandi við nýggja minnisvarðan, og tá fleiri hundrað vóru í Hattarvík í sambandi við nýggju altartalvuna.
? Eg haldi, at tað alla tíðina hevur eydnast útvarpinum at vera tjóðskaparligur mentunarberi. Sjónvarpið átti at havt serligar møguleikar í hesyum, men tað tykist á allan hátt tykist vera eitt býtisbarn. Tað mugu vit fáa eina loysn uppá, men eg kann ikki siga akkurát nú, hvat eg ætli at gera.
Heldur tú, at tað almenna stuðlar mentanini nóg væl?
? Tað er akkurát soleiðis, at tað hongur saman. Tað almenna skal ikki skapa og reka mentanina, men tað skal stuðla henni. Hagtølini siga, at vit ikki stuðla í sama mun, sum tey gera aðra staðni, og tað haldi eg vera púra við síðuna av. Ein lítil málbólkur er undir stórum trýsti, og vandin fyri at mentanin skal doyggja er stórur. Koma vit so langt, so flytir fólkið aðra staðni, og tað halda vit øll hevði verið spell.
Men hvat droymir tú um, sum vit ikki hava nú?
? Mentunarlig líkasæla er deyðasynd. Vit skulu hava eitt vakið eyga við mentanini kring alt landið. Í mentunarorðaskiftinum í tinginum í november í fjør var hugburðurin, at mentanin skal stuðlast meiri, enn hon hevur verið higartil. Tann hugburðin vóni og vænti eg, at tingið fer at sýna í verki. Tað verður ikki eftir einum degi, men skal eg nevna nakað, sum eg droymi um, so er tað, at vit fáa ein tjóðpall við øllum listargreinunum. Tað er t.d. harmuligt, at stórir leikir verða settir upp í Norðurlandahúsinum, og at tað barar ber til at hava teir á skránni í nakrar dagar.
Skúlin og landsstýrismaðurin
Stórar rembingar hava verið í fólkaskúlanum. Nýggja fólkaskúlalógin hevði drúgvt verkfall við sær í vár. Stóru spurningarnir í sambandi við lógina eru ikki loystir, og tí skal ikki stórt hugflog til at ímynda sær, at um ikki fleiri pengar verða játtaðir, so verða nýggjar ósemjur og harvið órógv í skúlanum.
? At nógv meiri pengar skulu játtast til fólkaskúlan dugi eg illa at ímynda mær fer at bera til. Tað er heldur ein spurningur um, hvussu ein føroyskur fólkaskúli fæst at virka. Eg kvígi fyri, at vit eru ov skjót til at smoyggja eina skúlaskipan, sum er ætlað til eitt heilt øðrvísi samfelag enn okkara, omanyvir okkum. Tað kostar órímuliga nógv.
Ætlar tú at arbeiða fyri, at nýggja fólkaskúlalógin ikki skal roynast í verki?
? Eg dugi ikki at siga tær. Men um tað vísir seg, at hon verður órímuliga dýr at fremja, so mugu vit spyrja okkum sjálvi, um vit ikki eiga at skrúva hana øðrvísi saman.
Og hvør skal gera tað?
? Í skúlanevndum skulu m. a. vera skúlafólk, men eg haldi ikki, at tað er neyðugt, at tað bara eru skúlafólk, sum arbeiða við framtíðar skúlanum.
Hvat er ein føroyskur fólkaskúli?
? Tað er ein skúli, sum útbúgvir børnini og ungdómin til at liva og virka í føroyska samfelagnum. Og tað er ein skúli, sum ber somu tilboð til øll, uttan mun til stætt og bústað. Eingin klassamunur skal knæsetast í barnaárunum. Fyrr í tíðini vóru tað børnini hjá teimum betri stillaðu, sum gingu í skúla. Eg havi mangan hugsað um, hvussu nógv av intelligensi tá í tíðini ikki kom til sættis í samfelagnum. Tey betri stillaðu vóru so langt í frá altíð tey, sum høvdu bestu evnini og størsta viljan. Síðani javnbjóðis møguleikarnir til útbúgving vóru veruleiki í okkara parti av heiminum, hevur vælferðarmenningin í Norðurlondum verið nógv størri enn aðra staðni. Tað haldi eg fyrst og fremst stavar frá betraðu møguleikunum hjá øllum at útbúgva seg. Tíðarrákið ber við sær, at eisini skúlin skal privatiserast. Hetta rákið er eisini so smátt farið at festa røtur í Føroyum. Men harfyri skal tann almenni fólkaskúlin til eina og hvørja tíð vera eitt eins gott tilboð til landsins ungdómar sum alt annað. Fólkaskúlin skal vera hvørvisteinurin, har ungdómarnir hvessa sær vitið og samstundis bráðpannan, har felagsskapurin verður styrktur.
Samgonguskjalið sigur, at møguleiki skal vera fyri frí? og eftirskúlum?
? Lógin um eftirskúlar er longu samtykt. Frískúlarnar prioriteri eg ikki høgt. Samfelagið er so litið, at tað illa tolir, at børnini kanska av átrúnaðarligum og politiskum orsøkum verða spjadd fyri allar vindar. Tað kann gerast ein hóttan fyri framtíðar føroyska samleikan.
Fróðskaparsetrið og granskingini sigur nýggi landsstýrismaðurin seg hava stóran áhuga fyri:
? Tá eg hoyri tveir av okkara fremstu vinnulívsmonnum ? Meinhard Jacobsen og Egil Olsen ? tosa um, at um vit granskaðu, so kundu vit rokkið einum milliarda útflutningsvirði bara burturúr høvdum og hinum, sum nú fer til slógv ella tað, sum verður trampað út gjøgnum lensiportrini, so ógvist eg. Hetta kann ein landsstýrismaður í granskingarmálum ikki lata fara atfur við borðinum. Eg havi talst millum teirra, sum hava mett gransking at vera tað, at originalar sita undir onkrari vaðing og fáast við gomul og gulna pappír, men har havi eg verið púra skeivur. Tað er alneyðugt at granska, og tað almenna eigur at stuðla tí. Alt granskingarumhvørvið skal ikki vera í høvuðsstaðnum. Deplarnir kring landið eru góðir, men tað skal samskipast við Fróðskaparsetrið.
Tórbjørn Jacobsen var limur í grundlógarnevndini, tá hann var tingmaður. Nú skal hann sum landsstýrismaður vera eykalimur:
? Í grundlógarnevndini varð tosað um, at eitt juridiskt umhvørvi átti at verið á Fróðskaparsetrinum. Tí taki eg undir við av fullum huga.
Landsstýrismaðurin og politikarar
Prátið er liðugt. Tíðin fer at vísa, hvat eftirmæli nýggi landsstýrismaðurin fer at fáa frá føroyska mentunarlívinum. Og tíðin fer at vísa, hvussu leikluturin sum semjusøkjandi ráðharri, sum samstundis ætlar sær at brúka heimildirnar hjá ráðharranum, fer at hóva Tórbirni Jacobsen.
Teir í tinginum, sum siga seg vera vinstravendar, plagdu at kasta Torbirni fyri, at hann var ultra høgravendur, og teir í hinum borðinum plagdu at siga, at hann var ytstur á vinstra veinginum.
Hvar ert tú at finna í politiska spektrinum?
? Politiskar hugsjónir eru góðar, men tær hava forkomið mongum politikara. Piet Hein tók eina ferð til, at ideologi er en erstatning for tænkning, og tað er nógv í hasum. Tú hevur nøkur grundsjónarmið, men skal nytta fáast burturúr teimum, so skulu tey lagast og mýkjast til tann veruleikan, sum tú livir og andar í.
Hvørjar eru tínar fyrimyndir sum politikarar?
? Mær dámar væl at lesa og hoyra um politikarar. Skal eg nevna fýra, sum mær hevur dámt væl, so er ein teirra okkara egni Atli Dam. Hann hevði veldug arbeiðsevni, hann hevði eitt ótrúligt innlit, og so dámdi mær stak væl, at hann var tað, sum danir kalla en handlingernes mand. Ein annar er Nikita Krutsjev, sum var sovjetiskur leiðari og royndi at gera upp við Stalin tíðina. Hann fall, tá Bresnev og aðrir frá Stalinsa tíð komu aftur. Krutsjev hevði stutt fjús, og hann var ikki bangin fyri at siga og gera tað, sum hann meinti og vildi. Fyrrverandi ísraelski verjumálaráðharrin og uttanríkisráðharrin og generalurin Moshe Dayan er tann triðji. Hann hevði so væl skipaði viðurskifti á ráðharrastovuni, og var harvið so tryggur við sítt politiska bakland, at at hann til eina og hvørja tíð sum gamal generalur kundi fara út á hermótið at verja móðurlandsins áhugamál, tá mest stóð á.
Og so var ein eftir?
? Hann er ein tann, sum mær hevur dámt kanska best at lesa um. Bevin var autentiskur proletariatur. Hann var leysingarbarn úr Bristol í Onglandi. Mamman doyði, tá hann var tólv ára gamal. Hann gjørdist dokkarbeiðari, kom inn í fakfelagsrørsluna, gjørdist arbeiðsmálaráðharri undir krígnum og endaði sum uttanríkisráðharri hjá Clement Attlee. Tað var ikki so lítið í bretska imperinum. Tað sigst, at hann sat í einari evarska lítlari skrivstovu. Í 1948 komu ísraelar, sum eg sjálvur haldi nógv av, til hansara at biðja um stuðul. Ensku stjórnini líkaði einki, at ísrealar proklameraðu sín egna stat. Tað er tiltikið, hvussu øðin spann í Bevin, tá hann kendi, at teir royndu at trýsa hann. Tað er eisini tiltikið, tá hann undir samráðingum við russarar í London eftir kríggið korporliga leyp á uttanríkisráðharran Molotvo. Høvdu trygdarvørarnir ikki verið so snarir í vendingini, so hevði annar teirra kanska ligið eftir á. Hetta vísir, at hann persónliga legði alt í.
Kennir tú teg sjálvan í honum?
? Tú kanst ikki renna undan samleikanum. Tað, sum eg haldi var so fasinerandi við honum, var, at hann stríddi seg upp úr ongum, og at hann ikki gloymdi ella royndi at fjala, hvør hann var, og hvagani hann kom.
Fert tú at ganga í skrúðgongu í føroyskum kløðum?
? Ja, og eg gleði meg at halda fyrstu ólavsøkuna í 30 ár. Bæði politiksa partin og alla ólavsøkuna sum hon er.