U?19 LANDSLIÐIÐ
Síðsti kapitul í fótbóltsárinum 2002 verður skrivaður eftir at a-landsliðið í komandi viku er komið aftur úr Týskalandi.
Leygardagin í komandi viku lættir eitt fótbóltslið fyri seinastu ferð í hesum árinum úr Vágum. Talan verður um U?19 landsliðið, sum skal til Georgia at luttaka í EM undankapping. Hinar tjóðirnar í bólkinum eru Ukreina, Belgia og Georgia.
Jógvan Martin Olsen, U?19 landsliðsvenjari, hevur nú gjørt av, hvørjar átjan spælarar hann vil hava við til Georiga, og talan tykist vera um spennandi lið. Umleið tveir triðingar av teimum átjan spælarunum hava í summar spælt meiri ella minni í 1. deild, og fleiri hava verið fastir menn á sínum liðum.
Teir, sum hava fingið ferðaboð, eru hesir: Gunnar Nielsen, Frem, Poul Eli Bærentsen, TB, Eli Thorsteinsson, HB, Áki Petersen, Skála, Rasmus Nolsøe, Brøndby IF, Rani D. Christiansen, HB, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Jann Ingi Petersen, B68, Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur, Bergur Midjord, B36, Símun Samuelsen, VB, Andy Olsen, NSÍ, Hanus Thorleifsson, Skála, Bárður Danielsen, Skála, Rókur Jespersen, Brøndby IF, Bjarni Jørgensen, HB, og Magnus Skoralíð, GÍ.
Málverjar og verja
Gunnar Nielsen var í síðstu viku við U?17 landsliðnum í Rumenia, har hann av álvara fekk dystarvenjing. Poul Eli Bærentsen hevur í ár vart málið í 3. deild hjá TB, men leygardagin kom hann í málið í 1. deild, tá hin málverjin (ikki av røttum vístu sjónvarpsmyndirnar) varð rikin av vøllinum.
Ein verjuspælarari er Eli Thorsteinsson, HB, sum hevur verið í 2. deild. Ein annar er Áki Petersen, Skála, sum í vár flutti úr ÍF og til nýggja 1. deildarliðið, har hann hevur verið fastur maður í miðverjuni. Rasmus Nolsøe er ættaður av Tvøroyri, men fyrr í ár flutti hann til Brøndby, har hann er fastur maður á unglingaliðnum. Rani D. Christiansen, HB, hevur verið mettur at vera sera evnaríkur. Tá Føroyar í fjør luttóku í EM undankappingarbólki fyri U?17 landslið í Hollandi, var Rani illa skaddur. Krossbandið í øðrum knænum fór, og síðani tá hevur hann ikki spælt nakað segligt. Men nú er Rani komin fyri seg aftur, og hóast hann ikki hevur spælt so nógv, so hevur venjarin gjørt av at geva honum landsliðsboð.
Síðsti verjuspælarin er Marni Djurhuus í EB/Streymi. Í fjør var hann yngsti spælarin yvirhøvur í 1. deild. Í ár hevur hann verið fastur maður á EB/Streyma liðnum, har hann hevur verið nýttur sum vongverji, miðverji og miðvallari.
Framrættaðu menninir
Jann Ingi Petersen, B68, er ein av miðvallarunum, sum hava fingið landsliðsboð. Hann hevur verið partur av besta liðnum bæði í fjør og í ár. Tað hevur Hans Pauli Samuelsen í EB/Streymi eisini verið. Bergur Midjord hevur spælt á B36 liðnum í 2. deild, og Jústinus R. Hansen hevur fyri tað mesta spælt á 2. deildarliðnum hjá NSÍ, men onkra ferðina hevur hann verið inni á 1. deildarliðnum.
Símun Samuelsen, VB, hevur spælt í 2. deild og onkra ferðina í 1. deild, og Andy Olsen, NSÍ hevur verið fastur maður á 2. deildarliðnum. Fram ímóti kappingarenda hevur Hanus Thorleifsson verið fastur maður á besta liðnum hjá Skála, har Bárður Danielsen eisini hevur verið partur av bruttoliðnum.
Onkrir spælarar kunnu brúkast á fleiri plássum. Eitt nú Rókur Jespersen, sum upprunaliga er úr HB, men sum nú ? saman við Rasmusi Nolsøe ? spælir á unglingaliðnum hjá Brøndby. Rókur var onkra ferðina á besta HB liðnum, har hann bæði varð brúktur í álopinum og sum framrættaður miðvallari. Tað sama ger seg galdandi fyri Bjarna Jørgensen, HB. Magnus Skoralíð var ofta fyrr í summar millum teir fyrstu ellivu hjá GÍ.
Stór avbjóðing
Jógvan Martin Olsen heldur, at liðið er eins væl fyri, sum U?19 landsliðini hava verið undanfarin ár. Evnunum ivast venjarin ikki í, og hann heldur, at venjingarstøðan er góð. Nakrar venjingar eru á skránni, áðrenn farið verður úr Føroyum. Í gjárkvøldið vandi liðið í Runavík, og fríggjadagin og leygardagin verður venjingarlega á Svangaskarði. Tá verður venjarin í Litavia við a-landsliðnum, og tí skal hjálparvenjarin, Mathias Davidsen, standa fyri venjingarleguni. Týskvøldið í komandi viku verður aftur felagsvenjing. Tá landskappingarnar eru loknar, verður roknað við, at spælararnir sjálvir gera nógv við at venja sjálvir.
Hóast liðið tykist vera væl fyri, so ivast venjarin ikki í, at avbjóðingarnar vera ivaleysa stórar.
? Enn havi eg ikki havt møguleika at fáa nakað at vita um styrkir og veikleikar hjá mótstøðuliðunum, men eg veit at Belgia hevur eitt gott lið, og vit hava so ofta sæð, at eystureuropeararnir eru sera góðir gótbóltsspælarar, sigur Jógvan Martin Olsen.
Føroyar skulu týsdagin 22. oktober spæla ímóti Ukreina, hósdagin 24. oktober skulu teir spæla ímóti Belgia, og síðsti dysturin verður ímóti Georgia leygardagin 26. oktober. Allir dystirnir verða spældir klokkan 16.
U?19 landsliðið verður í Kastrup náttina millum 19. og 20. oktober. So verður flogið umvegis Wien til Tblisi.