Spennandi lokaluppgerð

Dysturin millum Fleyr og Fram í meistaradeildini hjá monnum sunnudagin gjørdist rættuliga spennandi, og summi av settunum gjørdust óvanliga drúgv.

Tveir dystir vóru leiktir í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti sunnudagin. Annar dysturin var á Kambsdali, har heimaliðið ÍF fekk vitjan av føroyameistarunum úr Mjølnir, og hin dysturin var í Gundadalshøllini í Havn, har tey bæði havnarfeløgini Fleyr og Fram hittust.

Sannførandi sigur til klaksvíkingar
Leikararnir hjá Mjølnir fingu ikki somu mótstøðu á Kambsdali hesaferð, sum teir fingu fyri lítlum ári síðani, tá ið teir í somu høll og móti sama liði tryggjaðu sær føroyameistaraheitið 2004.
Klaksvíkingarnir vóru væl betur enn fuglfirðingarnir, sum als ikki tykjast hava somu styrki sum seinastu nógvu árini. Mjølnir vann ein tryggan 3-0 sigur, og settúrslitini vóru 25-21, 25-12 og 25-23.
Tað tykist sum um, at einasta liðið, sum kann koppa Mjølnir av FM-trónuni, er oddaliðið SÍ, sum hevði frí um vikuskiftið. Í løtuni hava sørvingar munin á stigatalvuni, og spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at ganga, tá ið júst Mjølnir og SÍ bresta saman í steypafinaluni tann 12. februar.

Fleyr dróg longra stráið
Í Gundadalshøllini var sum áðurnevnt lokaluppgerð millum Fleyr og Fram. Fleyr hevur verið rættuliga væl við í oddastríðnum ein part av kappingarárinum, meðan Fram, ið hevur mist onkran lyklaleikara til júst Fleyr undan hesum kappingarárinum, hevur havt tað heldur truplari.
Dysturin sunnudagin gjørdist rættuliga spennandi, og serliga tað fyrsta og triðja settið vóru serstakliga spennandi. Fleyr vann dystin 3-1, men okkurt av settunum var tungt at fáa til høldar. Til dømis var neyðugt at spæla heilt til 31 í fyrsta settinum, áðrenn tað eydnaðist Fleyr at vinna settið, og í triðja settinum var spælt heilt til 32, áðrenn Fram vann tað settið. Hini bæði settini vann Fleyr tó rættuliga trygt, og tískil vunnu teir dystin 3-1.

ÍF-Mjølnir: 0-3 (21-25, 12-25 og 23-25)
Fleyr-Fram: 1-3 (31-29, 25-17, 30-32 og 25-19)