Justinus Justinussen hevur í fleiri ár verið stuðul hjá NSÍ Fótbólti og sum beiggi Ludvík við Stein, ið er kendur úr kappróðrarumhvørvinum í Runavíkarøkinum, hevur áhugin hjá honum eisini verið fyri kappróðri.
Men, Justinus hevur eisini áhuga fyri øðrum ítróttargreinum í økinum, eins og hann um NSÍ Fótbóltin er í nýggju nevndini, sum avloysir nevndina í mentanarhúsfelagnum, nú Løkshøll er vorðin ein virkin partur í mentanarliga umhvørvinum í Runavík.
- Eg eri ikki í nevndini aftan fyri NSÍ, men hjálpi til og eri við til at hjúkla um leikararnar, tá dystir eru í bestu deildini.
Justinus Justinussen fegnast um, at tað hevur eydnast teimum, ið standa aftan fyri eystanstevnu, sum verður um vikuskiftið, at leggja eina áhugaverda og fjølbroytta skrá fyri stevnuna.
- Her er nógv áhugavert, og her er avgjørt nakað til øll, bæði børn, ung og tilkomin. Tað altíð er hátíðarligt og ikki minst spennandi, tá FM-kappróður er á eystanstevnu. At NSÍ so eisini spælir dyst í Effo-deildini, hesaferð móti ÍF, er ikki minst ein løta, eg gleði meg til, sigur hann.
Justinus heldur, at NSÍ hevur nógvar ungar og góðar leikarar. Tilfeingið er gott, og hann heldur, at framtíðin hjá felagnum sær bjørt út.
- Vit hava ein væl fyrireikaðan venjara við Trygva Mortensen, og vit hava eisini ein dugnaligan hjálparvenjara við Helga L. Petersen. Tey, sum kanska ivaðust í, um tað nú var rætt at hava lokalar venjarar, munnu flestu vera komin á aðrar tankar.
Hann leggur aftrat, at Effo-liðið hjá NSÍ er svangt til hvønn dyst, og soleiðis eigur tað at vera.
- Jú, eg haldi, at hetta er eitt tað mest spennandi kappingarárið, vit hava havt, og eg vóni, at vit fara at liggja á einum triðja ella fjórða plássi, tá kappingin er lokin, sigur Justinus Justinussen.