Spennandi og undirhaldandi í Runavík

Í einum undirhaldandi dysti har leikferðin alla tíðina var høg, vann NSÍ uppiborið á VB. Hóast nógvar málmøguleikar, serliga til heimaliðið, kom fyrsta og einasta málið ikki fyrr enn 7 minuttir vóru eftir.

Dysturin millum NSÍ og VB, hevði so góðar karmar sum ein dystur nú kann fáa. Fínasta veður og nógvir áskoðarar og lagið gott. Spurningurin var so um leikararnir dugdu at gera brúk av hesum karmum, og geva øllum teim sum spent sótu uttanfyri ein góðan dyst.

Og tað gjørdu bæði liðini til fulnar. Tí tað gjørdist ein dystur við miklari leikferð, góðum kvikum spæli og nógvum atsóknum á bæði málini.

Sum væntað legði heimaliðið trýst á VB frá byrjan. Men vágbingar komu ongantíð undir so stórt trýst, at teir ikki megnaðu at fanga NSÍ í álopi, og sjálvir seta nøkur mótálop í gongd.

Tískil gekk dysturin fyri tað mesta, at NSÍ koyrdi tey meira uppbygdu álopini, meðan vágbingar royndu seg við mótálopum. Og tað gjørdi dystin undirhaldandi.

Nógvir málmøguleikar

Málmøguleikarnir komu eisini beinanvegin. Bæði liðini høvdu góð skot móti málinum, og Ulrik Balling slapp at royna seg longu í fimta minutti, tá hann skeyt yvir eftir eitt innlegg frá Sjúrði Jacobsen.

Men VB vildu eisini upp í part, og Nenad royndi seg úti frá, men bólturin fór yvir málinum. Eisini fekk Palli Augustinussen sneitt seg ígjøgnum NSÍ-verjuna, men skotið frá honum gjørdist ov veikt.

Sum fyrri hálvleikur leið gjørdist trýstið frá heimaliðnum størri, og hesum spurdist fleiri heilt góð tilboð burturúr.

NSÍ fekk fríspark á brotsteigarlinjuni í vinstru síðu. Brynjólvur Nielsen tók frísparkið, sum hevur kós beint móti tríkantinum, men Bjarni Johansen bjargaði í fyrstu syftu. Bólturin kom síðani út til ein NSÍ-leikara, men eisini aðru ferð bjargaði Bjarni.

Tá hálvur tími var farin hevði NSÍ hornaspark. Hetta bleiv tikið stutt til Brynjólv, sum skeyt innfyri fyrstu ferð. Bólturin kemur til Óla Hansen, sum fær sett høvdið á, men enn einaferð bjargaði Bjarni í VB-málinum. Bjarni stóð ein góðan dyst og átti hann sín stóra leiklut í, at støðan framvegis var 0-0 í hálvleikinum.

Áskoðararnir høvdu sæð ein frálíkan fyrra hálvleik, sum hóast málleysur bjóðaði uppá frálíkt undirhald við nógvum atsóknum á mál. Og spenningurin var varðveittur til seinna hálvleik.

NSÍ trýsti

Seinni hálvleikur helt fram har fyrri endaði. Kanska hevði VB hug at leggja seg eitt sindur longur aftur, enn teir høvdu í fyrra hálvleiki. Tað gav so NSÍ møguleika at koma longri fram, og halda fast um eitt ávíst trýst.

Og heldur ikki í seinna hálvleiki trutu møguleikarnir. Tá 10 minuttir vóru farnir, løgdu runavíkingar eitt fríspark væl innfyri, har Óli Hansen púra fríur skallaði uppum.

Beint aftaná spældi Ulrik Balling Óla frian, men aftur hesuferð fór bólturin við síðuna av.

Atsóknirnar á VB-málið blivu fleri og fleiri, men runavíkingar høvdu ilt við at raka málið.

Bøði Ian Højgård og Ulrik Balling komu tætt uppá næstu løtuna, men royndirnar fóru við síðuna av.

Fyrr ella seinni mátti trýstið frá NSÍ geva úrslit, og teir fingu eisini bóltin í mál tá tað manglaðu 12 minuttir. Men Sonni L. Petersen var dømdur fyri at standa rangstaddur.

Beint eftir kundu vágbingar avgjørt dystin, tá eitt mistak í NSÍ-verjuni viðførdi, at Nenad kundi renna einsamallur móti málinum, men Jens Martin Knudsen bjargaði frálíkt.

Aftur Balling

Tá 7 minuttir vóru eftir, kom so einasta málið í dystinum. Ein bóltur bleiv spældur inn í VB-brotsteigin. VB-verjan tóktist at hava tamarhald á støðuni, men í staðin fyri at sparka bóltin vekk drálaðu vágbingar, og so var Ulrik Balling har han skuldi verða og smekkaði bóltin inn, og harvið tryggjaði NSÍ trý stig. Ulrik var annars væl dekkaður av Slobodan Mazar, og bert fáar ferðir slapp hann at vísa sínar dygdir.

Tíðin var við at renna út fyri VB, men Palli Augustinussen fekk í yvirtíðini seinasta møguleikan í dystinum, men Jens Martin bjargaði royndini.

Dysturin endaði tí við sigri til heimaliðið, sum nú aftur liggur ovast í fyrstu deild. NSÍ var vandamiklara liðið og átti flestu møguleikarnar, men VB við sínum vælskipaða kontraspæli, átti sín lut í at dysturin gjørdist undirhaldandi.

Dysturin í tølum:

NSÍ-VB 1-0(0-0)
1-0: Ulrik Balling

NSÍ: Jens Martin Knudsen, Pól Thorsteinsson, Arnfinn Langgaard, Djóni Joensen, Sjúður Jacobsen, Brynjólvur Nielsen, Sonnie L. Petersen, Helgi L. Petersen, Eddie Mikkelsen, Óli Hansen og Ulrik Balling

VB: Bjarni Johansen, Slobodan Madzar, Magni Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Michael í Lágabø, Palli Augustinussen, Marek Wierzbicki, Tórður Holm, Jóan Pauli Olsen, Robert Cislivicz og Nenad Zivanovic