Spennandi orkuprojekt

Heri Mohr
_________

Við hesari yvirskrift hugleiddi Dimmalætting í oddagrein 13. juni, hvussu SEV kundi gingið á odda í alheimshøpi við einum orkuprojekti, sum kundi komið nógvum strandalondum kring knøttin til góðar; at oyggjalond kunnu fáa nakra nyttu av hesum projekti, verður tó ikki spátt um.
Oddagreinin frøist um, at mastodonturin SEV nú av álvara er farin at vísa áhuga fyri øðrum viðvarandi orkukeldum enn vatnorku. Vit fáa eisini at vita, at SEV hevur sett á stovn eitt partafelag, SeWave, saman við einum skotskum felagi við kunnleika til tøknina.
Hetta partafelagið varð stovnað í oktober 2003 við bústaði á Sandi og við Ólavi Gregersen sum stjóra. Við hálvari millión í partapeningi skal felagið arbeiða við alduorku.
Blaðið vil vera við, at hetta alduorkuprojektið kann verða so slóðbrótandi, at heimurin allur kanska fer at hyggja upp til okkum. Hóast hetta, so er tað ikki heilt av leið at spyrja, um vit ikki tosa um gamalt vín í nýggjum fløskum?
Í Final Report SeWave May 2005 framgongur, at síðani oktober 2003 hava The Board of Directors, Steering Comittee (allir 4 partaeigararnir í P/f SeWave), Projekt Management Team (Ólavur Gregersen, General Manager) og Advisor (Signar Heinesen) arbeitt saman við Wavegen, SEV, Landsbyggifelagnum og s/pf Data Quality v/ Signar Heinesen viðvíkjandi alduorkuprojektinum. Sambært Final Report (síðu 91) skuldi fyrsti partur PHASE 1 og nakað av PHASE 2 nú verið gjørt, og varð tað í 2004 mett at kosta 4,5 milliónir. Í Final Report sæst ongin kostnaðarmeting viðvíkjandi PHASE 2.
Og so tað gamla vínið.
Í 1979 játtaði løgtingið 10 milliónir til "SEV í grunn" og í 1980 5 milliónir, eisini til "SEV í grunn", men so broytti løgtingið navnið til "Orkugrunn".
Í árunum 1979 - 1991 (einki í 1981) játtaði løgtingið 42,05 milliónir til Orkugrunnin, og í løgmansrøðuni 1980 fingu vit at vita, at eitt orkuráð var farið til verka. Kanningar av vatnbyggingarætlanum vóru í gongd og aðrir alternativir orkumøguleikar skuldu kannast.
Sum frá leið arbeiddi Orkuráðið við fleiri projektum: Vindorku, vatnmegi, streymorku, árinskanning o.fl.ø. Harumframt veitti Orkugrunnurin í 1989 20 milliónir í láni til Fjarhitafelagið, sum skuldi brúka avlopshita frá SEV.
Orkuráðið arbeiddi við nógvum projektum (10), men í 1992 varð Orkugrunnurin likvideraður, og í 1995 varð 20-millióna lánið avskrivað sum tap og fór í sama stóra køst, har 100-tals milliónir av skattaborgaranna peningi endaðu, við katastrofalum avleiðingum fyri hvørt hús og heim í Føroyum.
Hann, køsturin, varð ongantíð skumpaður og flórurin ikki sópaður. Nú er so fráligið, og - the rest is silence.
Men hvussu við Orkuráðnum, er tað tikið av - og nær?
Og hvussu við øllum projektunum hjá Orkuráðnum, tey kostaðu hóast alt um 12 milliónir pluss umsiting? Varð 10 ára arbeiði fyri skattaborgaranna pening gjørt til fánýtis?
Oddagreinin er av teirri eitt sindur puerilu áskoðan, at alduorkuprojektið kann bøta um okkara so trevsuta umdømi.
Er tað nakað, vit treingja til, so er tað tað; men etikkur og moralur kann ikki importerast í projekti við ella uttan spekulatión.