Leygardagin klokkan 14 var áhugavert panelorðaskifti á útimissiónsstevnuni í Nesvík. Heimamissiónin hevði bjóðað Ole Wich til Nesvíkar at siga sína hugsan. Hin parturin var Bergur Debes Joensen, prestur.
Evnið fyri orðskiftinum var "Er missión skaðilig fyri lokalsamfeløgini". Ole Wich legði út við sínum uppleggi. Hann vísti á, at tað er nógv vánalig missión, sum oyðileggur lokalu mentanina í londunum, sum missionerar verða sendir til. Summir missionerar koma í eitt samfelag, sum hevur brúk fyri føði og reinum vatni, men missionerarnir byggja kirkjur í staðin og liva sjálvir sum greivar.
- Kirkjurnar koma fyrst upp, hóast tørvurin liggur aðrastaðni. Tú eigur ikki at prædika fyri fólkum, sum svølta og líða neyð, segði Ole Wich.
Ole kom eisini inn á, at øll menniskju eru fjølbroytt og eiga at hava rættin til at vera fjølbroytt. Tað eru nógvar ymiskar meiningar um, hvør Gud er, og øll eiga at hava rætt til at úttrykkja sítt trúarlív, eins og tey vilja, heldur hann.
Síðani fekk Bergur orðið, og hann kundi bara taka undir við nógvum av tí, sum Ole Wich hevði ført fram. Tó vísti hann beinanvegin á, at teir hava ymiskar lívsáskoðanir.
- Eg havi bíbliuna sum grundarstøði, meðan Ole Wich hevur humanismuna, staðfesti Bergur.
Bergur viðurkendi, at tað er sera óheppið, tá ið missiónin ikki verður framd á rætta hátt. Hann legði dent á, at gerðirnar mugu fylgjast við orðunum.
- Tað er frægari at hava onga missión enn einans at hava vánaliga missión. Vánalig missión ger, at fólk fáa andstygd fyri boðskapinum, tí at boðberarnir gera tað øvugta av tí, teir siga, segði Bergur.
Hóast nógv keðilig dømi í søguni, so metir Bergur ikki, at missión í sjálvum sær er skaðilig fyri lokalsamfeløgini. Røtt missión setir fram eitt sjónarmið og lívsførslu, sum fólk sjálv kunnu taka støðu til.
- Tað er ikki rætt at noyða fólk til nakað. Tey mugu sjálv taka eina støðu, segði Bergur.
Bergur nevndi síðani nógv dømi um, at missión hevur verið gagnlig fyri eitt afturkomið samfelag, har ið missionerar eru komnir og hava hjálpt teimum innføddu bæði andaliga og tímiliga. Eisini hava missiónerarnir gjørt upp við gamlar ótespiligar siðir hjá ymsum fólkum, sum hava verið skaðiligir. Serliga í Afrika er vanligt at misnýta børn, ofra fólk og tílíkt, og slíkir siðir eru horvnir, tá ið missiónerarnir eru komnir, vísti Bergur á.
Eftir uppleggini høvdu áhoyrararnir møguleika at seta fram spurningar og gera viðmerkingar. Nógv tóku orðið, og summi, sum hava verið úti sum trúboðarar, nýttu eisini høvið til at greiða frá teirra upplivingum sum trúboðarar. Øll vóru glað fyri uppleggini, og áhugavert var at síggja, at fleiri vóru samd við Ola Wich á nógvum økjum; serliga í tí, sum hann nevndi um vánaliga missión. Tað vóru fleiri, sum undirstrikaðu, at kirkjurnar eiga at koma upp til seinast í einum afturkomnum samfelag, og at tað er ikki rætt at prædika fyri einum tómum maga.
Til endans rundaðu panelluttakararnir av við einari stuttari viðmerking.
Ole Wich vísti á, at einasta orsøk til, at kristindómurin hevur yvirlivað í okkara modernaða samfelag er, at tað er farið eitt samskifti fram millum kristnu samkomurnar og restina av samfelagnum. Soleiðis hevur kristindómurin moderniserað seg, og Ole heitti á øll í Nesvík um framvegis at føra ein dialog við umheimin, tí at "annars verða tit ein isoleraður bólkur í samfelagnum", segði hann. Islam til dømis hevur ikki ført hendan dialogin, og tí eru teir so ráir og ópoleraðir, segði Ole Wich.
Bergur vísti á, at grundarstøðið hjá einum kristnum altíð fer at vera Guds orð, uttan mun til hvussu samfelagið annars er skikkað. Hann staðfesti eisini, at vit mugu fylgja missiónboðunum, sum Jesus gevur, og geva fólkum møguleika at velja ella vraka Jesus.
Bergur og Ole dugdu væl at halda orðaskiftið siðiligt, hóast evnið er sera eldfimt. Teir vóru heldur ikki óvinir eftir orðaskiftið, hóast teirra ymisku meiningar. Teir báðir koyrdu nevniliga við sama bili til og úr Nesvík.
Heimamissiónin hevði bjóðað Ole Wich til Nesvíkar at siga sína hugsan í áhugaverdum panelorðaskifti. Hin parturin var Bergur Debes Joensen, prestur.
Mynd: Snorri Brend