Spennandi prát við Solskjær

Tað heldur Sonni Ragnar Nattestad um vitjanina í Molde, har navnframi Solskjær er venjari.

Føroyski landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, hevur verið í norska felagnum Molde og hugt nærri at umstøðunum. Har møtti hann eisini venjaranum hjá liðnum, navnframa Ole Gunnar Solskjær.


- Hann segði alt gott. Hann tosaði nógv um fótbólt og um Molde. Tað var jú har, at alt byrjaði fyri hann, greiðir Sonni Ragnar frá.


- Eg fekk nógv góð ráð frá honum um fótbólt, og eisini um lívið uttanfyri fótbólt. Hann vísti mær runt á leikvøllinum. Tað var spennandi at fáa eitt prát við hann, heldur Sonni Ragnar.


Í Sosialinum í dag ber til at lesa meira um vitjanina hjá Sonna Ragnari Nattestad í Molde, umframt at hann eisini avdúkar hvørjar framtíðarætlanir hann nú hevur.