Spennandi søluframsýning

Í kjallaranum í Tórsgøtu 21 (har Tilhaldið húsast) er fram til jóla søluframsýning við hondgjørdum leirlutum og pløggum.
Tað eru tær báðar Wanja Petersen og Petsia Skibe­næs, ið skipa fyri. Kjól­arnar, niður­deilarnar og blus­­ur­nar við tilhoyri hevur Wanja tilevnað. Petsia eigur leir­lutirnar.
So ynskir tú tær øðrvísi klæði til jóla, er tað gott hugskot at fara inn á gólvið í 100 ára gomlu hølunum og keyp tær ein lekran kjóla. Ongin vandi er fyri at nøkur onnar gongur í tí sama sum tú á jólum, tí bara ein finst í hvørjum sniði.
Leirlutirnir hjá Petsiu eru framleiddir á serstakan hátt. Teir eru tíðarleysir og samstundis sermerktir. So eisini jólagávuna, tú hevur leitað eftir, finnur tú her.
Søluframsýningin er opin frá kl. 10.00–17.00.
eirikur