Fótbóltur
Hann er kanska ikki størsti profilurin, sum hevur gjørt um seg á ensku leikvøllunum. Men hann gav seg altíð fult út.
Ikki minst munnu Tottenham-fjepparar kennast við Colin Calderwood sum ein kompromis-leysan spælara, sum altíð vísti seg sum sannan leiðara á vøllinum. Og so kundi tað gera tað sama, um hann varð nýttur í verjuni ella sum sentralur miðvallari.
Liðskipari fyrsta dystin
Tað var annars ikki nøkur stór yrkisleið innan fótbóltin, tá Calderwood av fyrstan tíð trein á pallin.
Eftir at hava spælt fyrstu 100 liga-dystirnar fyri Mansfield Town, varð hann í 1985 keyptur til Swindon av Lou Macari, sum støðugt verður mettur sum ein av heilt framúrskarandi venjarunum í enskum fótbólti.
Hóast hann bert var 21 ára gamal, varð Calderwood alt fyri eitt valdur sum liðskipari hjá felagnum, og hann spældi samfullar dystir, tá felagið byrjaði upptúrin úr fjórðu deild. Tvær uppflytingar á rað førdu liðið upp í aðru deild, og hann var framvegis ein tann týdningarmesti spælarin, tá Swindon í 1990 vann sær uppflyting til fremstu deildina.
Steðgurin har varð tó stuttur, og Swindon reyk beina leið niðuraftur. Osvaldo Ardiles, sum nú var venjari, hevði tó gjørt somikið um seg, at hann slapp at taka við sum venjari í Tottenham, og eitt tað fyrsta, sum hann gjørdi á sumri í 1993, var at taka Calderwood við sær til London.
Seinnu árini spældi hann við Aston Villa og Nottingham Forest, og seinasta árið varð spælt í Notts County, har skaðar tó syrgdu fyri, at talan nú bert gjørdist um fimm dystir, áðrenn gaggurnar vórðu settar á hillina. Hetta eftir eina yrkisleið, sum eisini kastaði 37 landsdystir av sær. Millum annað enn fyri føroyingar so minniligan 1-1 javnleik á Svangaskarði.
Brúkar egið tilfar
Sum venjari er tað fyrst og fremst við at menna egið tilfeingi, at Calderwood hevur gjørt um seg.
Hann byrjaði útbúgvingina, longu í aktivu árunum í Tottenham, og sama felag kallaði eisini alt fyri eitt, tá Calderwood gjørdist tøkur á marknaðinum.
Í 2003 gjørdist hann venjari hjá Northampton, sum hann eisini førdi til uppflyting, og í 2006 fekk hann starv í Nottingham Forest, sum fyri fjórðings øld síðani taldist millum tey bestu í heiminum.
Eisini her gjørdist talan um uppflyting við einum liði, sum Calderwood sjálvur hevði skapt, men ein vanlukkulig byrjan upp á verandi kappingarár í næstbestu ensku deildini bar við sær, at hann varð sagdur úr starvi.
Fakta um Colin Calderwood
Føddur 20. januar 1965
Sum spælari
Mansfield 1981-1985
Swindon 1985-1993
Tottenham 1993-1999
Aston Villa 1999-2000
Nottingham F 2000-2001
Notts County 2001
Skotland 1995-1999
Sum venjari
Tottenham, eykalið 2001-2003
Northampton 2003-2006
Nnottingham Forest 2006-2008