Í hesum døgum eru stovnar kring alt landið í ferð við at svara spurnabløðum frá Trivnaðar- og heilsuráðnum. Hetta er fyrstu ferð ein slík umfatandi spurnakanning um føroyska almanna- og heilsuverkið verður framd.
Úrslitini skulu leggjast fram á stórari trivnaðar- og heilsuráðstevnu, sum verður í Norðurlandahúsinum 14. og 15. november 2002.
Hvussu er støðan?
Trivnaðar- og heilsuráðið er sett at greina almanna- og heilsuverkið. Og síðani skal ráðið gera eitt uppskot til hvussu føroyska vælferðartænastan skal síggja út í framtíðini.
At røkka hesum umfatandi arbeiðssetningi, skipar ráðið fyri tveimum spurnakanningum, umframt at skipa fyri ráðstevnuni.
Endamálið við spurnabløðunum er at lata brúkararnar, og tey sum gjøgnum starv sítt veita vælferðartænastur, sleppa til orðana. Svarini skulu geva Trivnaðar- og heilsuráðnum eitt so gott støði sum gjørligt at lýsa verðandi støðu á føroyska trvinaðar- og heilsuøkinum.
Einir 60 almennir-, sjálvsognar og privatir stovnar og feløg hava fingið spurnabløð.
? Vit byggja okkara arbeiði á royndirnar hjá brúkarunum og teimum sum starvast innan almanna- og heilsuverkið. At tey svara svara spurnablaðnum, hevur tí avgerðandi tíðning fyri endaliga úrslitið av okkara arbeiði.
? Tað hevði tí verið frálíkt, um teir stovnarn, sum enn ikki hava havt stundir at svara, gera tað skjótt, so úrslitini, ið leggjast skulu fram á trivnaðar- og heilsuráðstevnuni í november, eru so fullfíggjað sum gjørligt, sigur Mia Pedersen, formaður í ráðnum.
Umfatandi kanning
Í spurnakanningini spyr ráðið millum annað, um starvsfólkið á stovnunum metur samsvar vera millum uppgávurnar tey skulu loysa og tær játtanir og karmar stovnurin hevur. Hvørjar broytingar ynskja tey? Hvat riggar væl? Nær føla tey at kreftirnar ikki røkka? Fær brúkarin nøktandi tilboð? Finnast tilboð til avvarðandi? Eru lógir sum skulu broytast? Og mangt annað.
Teir nógvu spurningarnir skulu geva eina mynd av veikum, sterkum og væntandi liðum í føroyska almanna- og heilsuverkinum. Hvat skal varðveitast, hvat skal broytast og á hvørjum økjum skal nýhugsan fremjast.
Sig tína meining
Ráðið vil eisini hava samskifti við brúkaran ? tað vil siga flestøll okkara.
Til ber at siga sína hugsan, ella koma við hugskotum við at leita sær inn á heimasíðuna hjá ráðnum www.thr.fo ella senda teldupost [email protected].
Í næstum verða 1000 spurnabløð send brúkarum, sum annar liður í umfatandi spurnakanningini, sigur Trivnaðar- og Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.