Spennandi útlit

Jenis av Rana dámar væl úttalilsini frá nýggja Fólkafloksformanninum, tí hann nemur við mál, sum standa Miðflokkinum nær

Formaður Miðfloksins hevur serliga heft seg við fráboðanina hjá nýggja formanninum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, um, at hann ætlar at profilera sosialliberala politikkin munandi kraftigari enn flokkurin hevur gjørt higartil.

- Vit fegnast um hesa útmeldingina, tí sosialpolitikkurin er júst nakað, sum vit í Miðflokkinum raðfesta ógvuliga høgt. Og hetta var eisini júst tað, eg sóknaðist eftir í mínari framløgurøðu, sigur Jenis av Rana.

Hann væntar eina ávísa broyting, nú Jørgen Niclasen er vorðin formaður í Fólkaflokkinum.

- Aldurin í sjálvum sær er ein broyting. Og talan verður sjálvsagt um eina broyting, men eina positiva broyting, tí við útmeldingini um at leggja størri dent á sosialpolitikkin og samstundis at taka størri stig á sjálvbjargnisleið, so er tað nakað, sum vit taka undir við, sigur Jenis av Rana.

Formaður Miðfloksins tulkar útmeldingina hjá Jørgen Niclasen so, at flokkurin nú er til reiðar at hugsa meiri um tey veiku í samfelagnum, og harvið at leggja á annan bógv.

- Vit hava altíð havt eitt gott samstarv við Anfinn Kalsberg, og við nýggja leiðaranum hava vit enn meiri at samstarva um á sosiala og sjálvstýrisøkinum, sigur Jenis av Rana.