Kvinnuhondbóltur
Eins og hjá monnunum, so verður talan um tríggjar dystir í bestu kvinnudeildini í hondbólti hetta vikuskiftið.
Størsti spenningurin er kanska um, hvussu tað man fara at tørna út hjá teimum báðum liðunum, sum nú tykjast hava lagt seg ovast í deildini. Har hevur VB hildið til frá fyrsta leikdegi, og enn er einki av mótstøðuliðunum, sum hevur megnað at staðið teimum kurl. Heldur ikki StÍF, hóast VB noyddist at vera ein av týdnignarmestu leikarunum fyriuttan, tá liðini hittust í Vági, og grundað á hetta er VB uttan iva favorittur á Skála sunnudagin.
Hinvegin hevur StÍF fleiri ferðir í ár sýnt, at um lagið er hitt rætta, so kunnu tær spæla upp við flestu liðini í deildini. Enn hevur neyðugi stabiliteturin ikki verið til staðar, men tað kundi bent á, at eitt nýtt stólið er í stoypiskeiðini, og raka tær røttu tangentarnar, so kann væl vera, at VB fær sína kanska truplastu uppgávu higartil í ár.
VÍF má fylgja við
Av hinum liðunum í deildini tykist tað langt um leingi so, at VÍF hevur átikið sær leiklutin sum kappingarneytin hjá VB. Meistararnir tey bæði seinnu árini hava havt sína tíð um at koma ígongd, men avrikini seinastu vikurnar hava bent á, at gullspælið so spakuliga er um at koma framaftur. Nakað sum eisini er neyðugt, um tær skulu gera sær vónir um at fanga VB-liðið aftur, nú tær longu eru farnar í út
Seinasta tapið hjá VÍF var fyri júst Kyndli, men síðani hevur gingið hvør sín veg. Kyndil hevur enn ikki funnið neyðuga støðufestið til at standa seg yvir longri tíðarskeið, og eitt nú hava tær ikki vunnið síðani dystin í Vestmanna. Avrikini hava sveiggja millum nakað av tí besta og nakað av tí vánaligasta spælinum í deildini, og so er spurningurin, hvussu verður hesaferð.
Seinasti dysturin verður í Klaksvík, har Tjaldur kemur á vitjan. Leingi sá út til, at hesi skuldu gerast tey bæði niðastu liðini í deildini, men seinastu vikurnar hevur Stjørnan tó togað seg nakað rætta vegin. Fyri viku síðani lyftu tær seg upp á miðjuna á stigatalvuni við sigri á júst Tjaldri, og so er spurningurin, hvørt klaksvíkingarnir kunnu endurtaka hetta og koma heilt nær heiðursmerkjaplássunum, ella um Tjaldur hesa ferð er drúgvari, soleiðis at fjarstøðan úr botninum og upp minkar.