Spenningur í billardkappingini

Eftir tvey umfør í føroyameistarakappingini í billard er stórur spenninugur, nú tvey av liðunum eru jøvn í stigum. Mimir vann herfyri 6-2 á Havnar Klubba og 8-0 á Klaksvíkar Billardfelag 2 og hevur 14 stig. Klaksvíkar Billardfelag 1 vann eisini sínar fyrstu dystir móti Klaksvíkar Billardfelag 2 við 8-0 og móti Havnar Klubba 6-2 og hevur sostatt eisini 14 stig. Men hyggja vit eftir eygunum, so liggja klaksvíkingar væl framman fyri Mim. Umframt hesi feløg er eisini Tvøroyrar Billardfelag við í kappingini við einum liði. Meira um dystirnar í bløðunum í vikuni.