SUPERLIGAN
Í vikuskiftinum varð farið undir aftur landskappingina í Danmark. Sum tað hevur verið gjørt í mong ár, so fara vit her á síðunum at fylgja eitt sindur við og at vísa føroysku spælarunum og teirra feløgum áhuga. Tey, sum hava serligan áhuga fyri donskum fótbólti, fylgja sjálvsagt við í donsku miðlunum, har tað verður nýtt nógv tíð og orka at gera meiri burturúr enn nakrantíð áður.
Eftir at Brøndby var við í UEFA Cup kappingini og stóð seg toluliga ímóti Barcelona varð roknað við, at teir gulu og bláu fóru at vera eina tonn frammanfyri øll hini, tá ið tað aftur gjørdist álvari í superliguni. Men soleiðis vísti tað seg sunnudagin ikki at vera. Brøndby legði rygg til 6?1 tap á heimavølli ímóti Esbjerg. Tapið var fullkomuliga óvæntað. Brøndby hevur verið í bestu deildini í 24 ár, og teir hava ongantíð tapt so stórt sum ímóti Esbjerg sunnudagin. Tað skal leitast 27 ár aftur fyri at finna sovorna eyðmýking av Brøndby.
Tað verður vent og snarað, hvussu tað kundi bera til, at úrslitið frammanfyri 28.322 áskoðarum á Brøndby stadion skuldi gerast 6?1 til gestirnar. Leygardagin skal Brøndby til Odense, og tá fer tað at vísa seg, um talan var um einstakan svipsara. Í donsku kappingini eru nógvir svenskir spælarar, og fleiri teirra eru eyðsýndir. Sunnudagin var Fredrik Berglund fyrstu ferð á liðnum hjá Esbjerg. Hann skoraði tvey mál, og hann legði upp til trý onnur. Tað var vorðið sum svenskur fongur hjá Esbjerg, sum ikki tóktist ræðast grýlu, men leyp á frammarlaga á vøllinum.
FCK og OB nærri toppinum
Esbjerg er nú topplið í superliguni. Teir hava sama stigatal og betri málmun enn Brøndby. OB og FCK, sum hava føroyskar spælarar í felagnum, vunnu og mugu nú roknast at vera við í meistarastríðnum.
Jákup á Borg var ikki á OB liðnum, sum á heimavølli vann 4?0 á FC Midtjylland. Sigurin var serliga søtur hjá OB venjaranum, Troels Bech, sum í heyst fekk sekkin í FCM. Jákup á Borg var millum áskoðararnar. Seinnapartin í gjár skuldi hann spæla á næstbesta liðnum hjá OB. Teir skuldu spæla í Viborg.
Todi Jónsson var millum áskoðararnar, tá ið FCK leygardagin vann 2?1 í Valby. Todi skal seinnapartin í dag spæla fyri fyrstu ferð í meiri enn fimm mánaðir, tá ið teir næstbestu hjá FCK skulu spæla ímóti Frem. Leygardagin høvdu tey í Frem lagt upp til, at talan var um stættarstríð millum arbeiðarafelagið í Valby og kapitalistarnar á Frederiksberg, sum tað varð nevnt í leikskránni.
Á vøllinum var eingin ivi um, at tað var FCK, sum var betri fyri. Men tað var kortini ikki meiri enn akkurát, at FCK, sum misnýtti einar seks upplagdar møguleikar, vann 2?1. Eftir steðgin kom Frem á odda eftir eitt av fáu álopunum. Hans Backe skifti so Zuma út við Peter Møller, og FCK skoraði tvey mál. Tað fyrra stútaði Thomas Røll, eftir at Álvaro Santos hevði spælt hann leysan, og hitt seinna skoraði Álvaro Santos, eftir at Thomas Røll hevði spælt hann leysan. Í síðstu løtu hevði Frem møguleika at javna, men Magnus Kihlsted í FCK málinum vardi væl.
Høvuðsstaðurin á botni
Frem er næstniðast, og eitt felag aðra staðni í høvuðsstaðnum er niðast. Talan er um AB, sum heldur til í Bagsværd og spælir í Gladsaxe, og sum hevur tað strevið ? bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Leygardagin taptu teir 2?1 ímóti Herfølge, sum harvið legði sjógv millum seg og tey bæði niðanfyri strikuna.
Hjá AGF var tað stórt vónbrot, at tað á heimavølli ikki eydnaðist at fáa nakað burturúr. AaB vann 1?0. Viborg fekk málleysan javnleik á heimavølli ímóti FC Nordsjælland. Stóri maðurin hjá Viborg var nýggi málverjin, Jesper Christiansen.
Í vikuskiftinum vóru fleiri og hugdu at fótbólti, enn tað nakrantíð hava verið, síðani superligan sá dagsins ljós í 1992. 74.855 áskoðarar var óvanliga nógv. Serliga tá havt verður í huga, at eingin dystur var í Parkini, har tað plaga at vera nógvir áskoðarar. Fyrsti landskappingardysturin í Parkini eftir vetrarsteðgin verður sunnudagin, tá ið FC Midtjylland skal vitja FCK. Esbjerg skal sunnudagin spæla á heimavølli ímóti AGF, og í Odense verður talan um oddabrak, tá ið Brøndby fer at vitja OB.