Tað er aftur vorðið spennandi í steypafinaluni í Gundadali, har B36 hevur minkað um munin, sum nú er 2-1 til EB/Streym.
Málskjútti fyri B36 var Bergur Midjord, sum úr heilt stuttari fjarstøðu prikaði bóltin inn um strikuna. EB/Streyma verjan royndi at sparka burtur, men linjuverjin markeraði fyri, at bólturin hevði verið innanfyri málstrikuna aftanfyri René Tórgarð.
Vandamikla støðan stóðst eftir B36 hornaspark úr vinstru. Potemkin snittaði við høvdinum bóltin longri inn fyri málið, har Bergur Midjord var á rætta staðnum í røttu løtuni.
Síðani EB/Streymur økti um leiðsluna til 2-0, hevur B36 svarað aftur, og teir í árstalsfelagnum hava seinna partin av 1. hálvleiki havt betri tak á spælinum, enn teir høvdu ta løtuna, tá ið EB/Streymur skoraði tvey mál.