Spenningur millum Bretland og Spania

Í Spania eru tey alt annað enn fegin um, at bretski prinsurin Edward og konan Sophie eru í Gibraltar og ferðast. Gibraltar hevur verið bretskt síðani 1713, men spaniumenn vilja hava økið aftur. At spanska kongshúsið eisini er misnøgt við ferðina sást, tá Elizabeth drotning hátíðarhelt síni 60 ára trúnuni, tí tá var tað spanska kongshúsið tað einasta, sum ikki hevði sent umboð til London.

Umleið 29.000 fólk búgva í Gibraltar, og á fólkaatkvøðu í 1967 og aftur í 2002 søgdu tey flestu, at tey vilja halda fram undir bretskum stýri. Lars Hovbakke Sørensen, søgufrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, heldur, at teir sponsku politikararnir royna at fáa fólk at venda sær ímóti onkrum øðrum, nú landið er í búskaparligari kreppu.

Danski søgufrøðingurin væntar, at viðurskiftini millum Spania og Bretland fara at versna ta næstu tíðina.