Tá løgtingsfundur verður í morgun, verður greitt, um formansskapurin fer at burturvísa lógaruppskotinum hjá Jacobi Vestergaard um trygdargrunnin. Nógv bendir á, at formansskapurin á løgtingi í dag fer at burturvísa lógaruppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, um Trygdargrunn Fiskimanna, sum skal koma í staðin fyri minstulønartrygdina hjá fiskimonnum.
Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í morgun, at landsstýrismaðurin hevur ikki heimild til at krevja inn skatt, og er hetta størsti trupulleikin við uppskotinum.
Umsitingin hjá løgtinginum hevur eisini mælt formansskapinum til at burturvísa uppskotinum.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at hann nú fer at bíða eftir støðuni hjá formansskapinum.
Tingfundur verður klokkan 10 í morgun, og tá fæst greiði á, hvør lagnan hjá lógaruppskotinum um Trygdargrunn Fiskimanna verður.