Spenningur um Xi og Putin-samrøður í morgin

Kinesiski forsetin hevur uppskot um eina avtalu við sær í Russlandi. Hetta er ein avtala í 12 punktum, sum í fyrsta lagi skal fáa í lag vápnahvíld í Ukraina.

Tíðliga í kvøld vóru forsetarnir í ávikavist Russlandi og Kina, Vladimir Putin og Xi Jinping, lidnir við sínar samrøður fyri dagin.

 

Tá høvdu ríkisleiðararnir sambært russisku tíðindastovuni Ria Novosti verið saman í hálvan fimta tíma.

 

Tað var fyrrapartin mánadagin, at kinesiski forsetin kom á vitjan í Moskva, og mong fylgja við, hvat fer at spyrjast burturúr vitjanini.

 

Sagt hevur verið, at týsdagurin verður hin stóri dagurin hjá ríkisleiðarunum, har fleiri mál skulu viðgerast millum partarnar. 

 

Kríggið í Ukraina fer at fylla nógv, nú kinesiski forsetin, ið hevur peikað seg sjálvan út sum meklara, fer at royna at fáa í lag vápnahvíld í Ukraina.

 

Um samráðingarnar millum Vladimir Putin og Xi Jinping verður sagt, at hesar eisini fara at snúgva seg eitt nú um orku og sínámillum handil.

 

Tá ríkisleiðararnir seinnapartin í dag høvdu felags tíðindafund, lýstu teir hvønn annan sum "góðir vinir".

 

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at kinesiski forsetin eisini hevur ætlanir um at skifta orð við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

Xi Jinping hevur eina avtalu í 12 punktum við sær í Russlandi, og hetta er ein avtala, sum í fyrsta lagi skal fáa í lag vápnahvíld í Ukraina.